Beate L. Samuelsen gjørdist pensjonistur eitt sindur fyrr enn ætlað. Hon starvaðist á Dimmalætting, tá blaðið stongdi í 2013, og tá var hon 66 ára gomul.
– Eg fór heim, og hvat skuldi eg nú gera? Vit høvdu ikki fingið løn í 2-3 mánaðir, og eg var í nevndini, so eg visti, hvønn veg tað bar.
Harvið endaði ein drúgv starvsleið á Dimmalætting. Beate L. Samuelsen er fyrsta føroyska kvinna, sum hevur útbúgvið seg til til journalist. Eftir at hava júkað pápa sín, Georg. L. Samuelsen, sum var blaðstjóri, fór hon í læru á Dimmalætting í 1967.
– Hann helt ikki at tað var eitt arbeiði fyri eina kvinnu, sum skuldi hava hús, heim og børn. Skuldi hon eisini arbeiða í miðlunum, bleiv tað alt for nógv, tí tú hevur ongantíð fríð, arbeiðið er 24 tímar um samdøgrið.
Beate L. Samuelsen hevur trivist væl í Dimmalætting, har hon eisini var blaðstjóri frá 1995-2001. Hon hevur ongantíð hugsað stórvegis um, at hon er fyrsta kvinna.
##med2##
Nú hon var blivin arbeiðsleys, ráddi um at fáa tíðina at ganga við onkrum. Hvønn dag gjørdi hon sær eina ætlan, Beate L. Samuelsen fór at skriva søgur, og bant hálvhosur í rúgvuvís.
– Eg hevði aldrin í lívinum bundið hálvhosur fyrr. Eg bant og bant, alt til mín sjálvs. Einaferð hevði eg eini 50 pør. Hetta vóru øll møgulig mynstur, eg bant tá og hæl eftir uppskrift, og lærdi meg á netinum, tað var deiligt.
Pensjónsaldurin nærkaðist, og tá Beate L. Samuelsen var til samrøðu hjá Als, hildu tey at tað var ikki neyðugt hjá henni at fara í nýtt starv, hon skuldi halda fram við at binda og skriva, til hon gjørdist pensjonistur.
Tvey ár seinni var stórur fundur á Hotel Føroyum um pensjónsnýskipanina. Beate L. Samuelsen møtti á fundi, og fekk hug at melda seg í eitt pensjonistafelag.
– Tað var ein gátt, sum eg skuldi uppum. Frá at vera fult í sving, til at gerast pensjonist. Skuldi eg veruliga fara so langt niður, og melda meg saman við øllum teimum gomlu? Soleiðis føldi eg tað.
Arne Thorsteinsson var tá formaður í Landsfelag pensjonista, og hann helt tað vera eitt gott hugskot hjá Beate at melda seg í Pensjonistafelagið í Havn.
– Eg møtti á fundi hjá Pensjonistafelagnum og tók í hondina á øllum, sum eg helt sótu í nevndini. Føldi meg so nýggja, og har sótu bara gomul fólk, at eg sjálv var ein av teimum tað var ikki gingið upp fyri mær.
Eitt ár eftir at Beate L. Samuelsen varð vorðin limur í Pensjonistafelagnum í Havn, bleiv heitt á hana at stilla upp til landsfelagið hjá pensjonistunum.
– Eg visti ikki, hvat tað var, sum so. Eg stillaði upp og bleiv vald.
Beate L. Samuelsen var nevndarlimur í eitt ár, og gjørdist síðani forkvinna, tá Arne Thorsteinsson fór frá í 2018, og hon hevur verið forkvinna síðani.
Tað er ikki bara Beate L. Samuelsen sum heldur tað vera trupult at gerast limur í pensjonistafelag, og viðurkenna nýggju tilveruna.
– Fleiri spyrja, hvussu tey gerast limir. Eg sigi teimum at tey skulu bara møta upp. Tað var ein stórur trupulleiki fyri meg, men man skal fara uppum gáttina, og so ert tú akkurát sum hini.
##med3##
Kvinnurnar binda og menninir seta seg á sofuna
Beate L. Samuelsen heldur, at nógv gerast kløkk tá tey røkka pensjónsaldri.
– Tey vita, at tey skulu pensjonerast, men tey skumpa tað frá sær.
Summi halda á at arbeiða, hóast tey hava rokkið pensjónsaldri. Tey hava drúgvar royndir og føla, at tey hava nakað at geva, men onkuntíð kann vera neyðugt at tillaga arbeiðstíðirnar og uppgávurnar.
Onnur gleða seg at gerast pensjonistar, serliga tey sum hava havt eitt kropsliga tungt arbeiði.
Ofta hava menninir tað trupult við nýggju tilveruni sum pensjonistar, tí teir hava færri frítíðarítriv, konur kunnu sita og binda, men menninir leggja seg á sofuna.
Serliga í fyrstu tíðina, hava teir trupult við at skilja, at teir ikki skulu til arbeiðis.
##med4##
Men tað er ikki neyðugt at sita heima, tí nógv frítíðarítriv eru hjá pensjonistum at fara til. Pensjonistar fáa, eitt nú, avsláttur til fimleik, styrkivenjing í venjingarmiðstøðum, gongutúrar vera fyriskipaðir, og nógv fólk ganga í tilhaldum. At skapa góðar karmar, og gera avsláttaravtalur við fyritøkur og stovnar er nakað av tí sum Landsfelag pensjonista arbeiðir við.
Felagið er limur í NSK, Nordiska samarbetskommittén. Limafeløg eru úr Íslandi, Norra, Svøríki, Finlandi, Danmark og Føroyum. Feløgini hittast á fundi tvær ferðir um ári, at viðgera viðurskifti, sum feløgini hava í felag. Londini skiftist um at hava fundirnar. Undan fundinum skriva feløgini frágreiðing, sum lýsir tað sum er hent síðani seinasta fund, frágreiðingarnar verða sendar til høvuðskontórið, sum savnar tær saman og sendur tær samlaðar til øll limafeløgini, soleiðis at tey kunnu kunna seg um viðurskiftini hjá hvørjum øðrum áðrenn fundin. Evnini sum vera umrøtt eru eitt nú: Pensjónir, bústaðir, tannlæknaviðgerðir, hvussu pensjonistar eru virknir, og um tað verður lurtað eftir pensjonistum.
##med5##
Eitt av føroysku málunum sum hava verið viðgjørd, er ætlanirnar at hækka pensjónsaldurin til 70 ár, og at hetta skal gerast áðrenn Suðuroyartunnilin kann samtykkjast.
– Vit halda tað vera løgið, at hesi málini skulu flættast saman, og tað halda hini norðurlendsku feløgini eisini, tí hetta er hvør sítt mál, eg havi einki ímóti at suðringar fáa tunnil, men at skal skal ikki flættast saman. At pensjónsaldurin skal vera 70 ár hoyrir ongastaðni heima.
Tilfarið frá fundinum verður týtt, og sent til stjórnirnar í øllum londunum. Summi av norðurlendsku feløgunum hava trupult við at verða hoyrd, men Beate L. Samuelsen heldur, at Landsfelag pensjonista hevur eitt gott samstarv við politiska myndugleikan í Føroyum. Felagið verður altíð hoyrt tá lógaruppskot, sum ávirka eldraøkið, eru á veg í Løgtingið. Nógv tíð verður brúkt uppá at skriva frágreiðingar, og tá uppskotið er komið í Løgtingið, verður felagið kallað inn at greiða frá. Hetta fegnast forkvinnan um, men onkuntíð er skotbráði nakað stutt.
– Tey eru røsk at kalla okkum inn, men onkuntíð fáa vit innbjóðing fríggjadag, og freistin er longu mánadag. Tað er ringt at skriva hoyringarsvar uppá so stutta tíð. Landsfelagið hevur fimm nevndarlimir, sum skulu kallast inn, hesi umboða allar Føroyar. Ingeborg Winther er næstforkvinna, hon kemur úr Suðri, hjá henni skal tað skal passa við siglingina. Vit leggja fundirnir soleiðis at hon kann vera við, tí hon er fantastisk at hava við.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##