Ný Sæland vil ikki viðurkenna Palestina nú

Fleiri lond hava viðurkent Palestina, nú ST aðalfundur verður hildin í New York hesa vikuna

Uttanríkisráðharrin í Ný Sælandi, Winston Peters, sigur, at Ný Sæland fer ikki at viðurkenna Palestina sum ríki nú.

 

Tað veit Reuters at siga í morgun.

 

Fleiri lond hava viðurkent Palestina, nú ST aðalfundur verður hildin í New York hesa vikuna.

- Við kríggi og Hamas, sum í veruleikanum hevur valdið í Gazageiranum og ongari ætlan um næsta stig, eru ov nógvir spurningar til, at tað kann vera ráðiligt at viðurkenna Palestina nú.

 

Tað segði uttanríkisráðharrin í Ný Sælandi, Winston Peters, sambært Reuters í røðu síni á ST-aðalfundinum.