Tíðindaskriv:
Norðoya Listafelag varð stovnað í november 1985. Fyrsta framsýningin, sum felagið skipaði fyri, var í Skúlanum við Ósánna á Norðoyastevnu 1986.
Í ár so 40 ár liðin, síðani Norðoya Listafelag varð stovnað, og verður í hesum sambandi skipað fyri móttøku og framsýning í Varpinum 21. november kl. 17.00, har øll eru vælkomin.
Framsýningin hongur uppi um vikuskiftið og eina viku fram.
SKRÁ:
- Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag og Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini bera fram røðu.
- Heiðursframsýning fyri Hanusi G. Johansen, sála, við málningum og verkum eftir Archibald Black
- Tónleikainnsløg við Aldubáruni
- Framsýning við verkum eftir Elinborg Lützen - (26. juni 1919 – 22. november. 1995)
- Nýggj plakat av eini vatnlitamynd hjá Elinborg Lützen er gjørd til høvið, og fæst hon til keyps fyri kr. 150,-.
- Kaffimunnur og okkurt søtt afturvið verður at fáa undir framsýningini
- Til ber at vitja inni í hølunum hjá Norðoya Listafelag, sum eru í kjllaranum í Varpinum, har felagið heldur til.
Øll eru hjartaliga vælkomin í Varpið fríggjadagin, 21. november kl. 17.00!
##med2##












