Føroyar søkt um at gerast sjálvstøðugur limur í WTO

- Eg havi eina vón um, at tað fer at bera til at koma á mál innan trý ár, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna

 

 

Føroyar hava í dag latið aðalskrivaranum í Heimshandilsfelagsskapinum, WTO, umsókn um sjálvstøðugan limaskap.

 

Sostatt er hol sett á tilgongdina at fáa Føroyum sjálvstøðugan limaskap í hesum týdningarmikla altjóða felagsskapi.

 

Talan er um eitt stórt stig fyri Føroyar.

 

- Hetta byggir á umfatandi arbeiði sum, tá komið verður á mál, fer at vísa seg at verða virðismikið í áhaldandi arbeiðnum at tryggja marknaðaratgongd fyri føroyskan útflutning á marknaðum um allan heim.

 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum.

 

Miðað verður eftir, at umsóknin verður viðgjørd á komandi WTO-ráðsfundinum í desember.

 

- Eg havi eina vón um, at tað fer at bera til at koma á mál við hesum arbeiði innan trý ár, leggur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, aftrat.