Barnaverkætlan: Fyrstu royndirnar vísa jaliga gongd

Barnaverkætlanin hjá Vágs kommunu byrjaði 1. mars, og hóast stutt er liðið, eru fyrstu gongdirnar bæði jaligar og væleydnaðar

 

- Tað hevur verið greitt frá byrjan, at stórur áhugi er fyri verkætlanini, bæði millum foreldur og fakfólk, tí ynskið er at lætta um gerandisdagin hjá børnunum og at fyribyrgja mistrivna so tíðliga sum gjørligt.

 

Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag. 

 

Verkætlanin hevur fingið góða móttøku frá fakfólki í kommununi og frá øðrum samstarvspørtum uttan fyri kommununa – í ytru geirunum.

 

- Tað sæst eitt greitt forvitni eftir, hvat tættari samstarv, títtari uppfylging og felags ábyrgd kann hava at siga fyri barnið og familjuna. Fleiri hava víst á týdningin av at arbeiða tvørfakligt – at draga somu línu og deila vitan, amboð og loysnir.

 

Eitt týðandi stig í verkætlanini er hugburðsbroytingin frá “stovn til stovn” og yvir í eina heildarhugsan, har lívið og tørvurin hjá barninum stendur í miðdeplinum.

 

- Fakfólk arbeiða nú meiri miðvíst eftir tí hugsan, at barnið ikki er trupulleikin, men at barnið hevur ein trupulleika og at vit vaksnu hava felags ábyrgd av at finna bestu loysnirnar.

 

Arbeitt verður nú eisini nógv meira við at tryggja lættari og minni stirvnar yvirgongdir hjá børnum, bæði millum stovnar og frá stovni í skúla. Felags vitan og amboð fylgja barninum, so arbeiðið verður samanhangandi.

 

Verkætlanin byggir á tvær høvuðssúlur:

 

1. Fyribyrgjandi átøk

 

* At styrkja dagliga arbeiðið í barnagarði, innskúling og frítíðarvirksemi.

* At brúka felags amboð sum TÍTT og Betri Vinir.

* At seta inn við skjótum og lættum fyribyrgjandi tiltøkum, áðrenn trupulleikar vaksa seg størri.

 

2. Samansett átøk til børn við størri tørvi

 

* At tryggja, at børn, sum yvir tíð hava havt tað trupult, fáa rættan stuðul.

* At arbeiða tætt saman við teimum, sum kenna barnið best – foreldrini.

* At seta bæði stutttíðar og langtíðar átøk í verk við greiðum avtalum og uppfylging.

 

* Sparring og fjølbroytt samstarv

 

- Starvsfólk og leiðslur á stovnunum fáa nú møguleika fyri sparring á staðnum. Hetta ger tað lættari at síggja tørv og seta neyðug tiltøk í verk – innan verandi karmar.

 

Lagt verður aftrat, at starvsfólk, sum eru við í einum tøttum netverkssamstarvi, vísa á, at tey har kenna sín leiklut, ábyrgd og tíðarperspektivið er greitt.

 

- Tað hevur stóran týdning, at ein ábyrgdarpersónur hevur “toghaldið” og tryggjar, at mál og átøk halda fram uttan avbrot. Hesin leikluturin fellir á netsamskiparan í barnaverkætlanini.

 

Foreldur og fakfólk kunnu venda sær beinleiðis til netsamskiparan í barnaverkætlanini. Í samband við eina áheitan, so verður tørvurin lýstur skjótt, netverkið verður savnað, og saman verður arbeitt eftir at náa eini felags fatan av støðuni. Síðani verða semjur gjørdar um:

 

* Stutttíðarátøk til at skapa ró og stabilitet

 

* Langtíðarátøk til at betra um trivnað og menning

 

* Greiðar avtalur um leiklutir og uppfylging

 

Eisini eru ung kunnað um møguleikan at fáa skjóta hjálp, eitt nú í samstarvi við heilsufrøðingin hjá Gigna. Sum meginregla er bara ein “hurð” inn – og øll fakfólk arbeiða móti sama endamáli: At styrkja trivnaðin hjá barninum ella tí unga.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at jaligar broytingar longu eru sæddar - 

 

* Børn møta støðugari í skúla

* Tættari samstarv millum stovnar og foreldur

* Størri sosialt og fakligt virkni hjá fleiri børnum

 

* Eygnasamband, nærvera og tryggleiki hjá barninum eru broytingar, sum fakfólk meta sum serliga gevandi

 

* Menning í tilvitan og fyribyrging

 

- Alt fleiri starvsfólk ynskja eitt tættari samstarv tvørtur um fakøkir. Arbeiðsgongdir eru nú meira fyribyrgjandi. Fokus er flutt frá “okur plaga” til “hvat er besta loysn út frá tørvinum?”.

 

Lagt verður aftrat, at hetta ger arbeiðið bæði meira mennandi og meira effektivt.

 

- Fleiri foreldur hava longu uppsøkt sparring við ynski um at fáa skjóta hjálp til sítt barn. Hetta vísir á eitt stórt álit á verkætlanina – og á ein felags vilja til at arbeiða fyri, at børn og ung hava bestu fortreytir fyri trivnaði og menning, siga tey í Vágs kommunu í dag.