Vágs býráð hevur gjørt av at fara undir fleiri spennandi verkætlanir innan mentanarøkið. Hetta merkir, siga tey í Vágs kommunu, at fleiri av teimum stóru ætlanunum, sum hava verið ávegis leingi, nú eru næstan komnar á mál. Tó skullu onkrar smávegis broytingar til.
Á býráðsfundi hóskvøldið samtykti býráðið at játta pengar til ein nýggjan køk til VB-húsið. Talan verður um ein nútímans stórkøk, har tað fer at bera til at matgera til størri tiltøk.
- Gamli køkurin í VB-húsinum var vorðin gamal, og neyðugt var at skifta gomlu ovnarnar út. So mett var, at nú var tíðin komin til at dagføra allan køkin, so hann er meira nútíðarhóskandi.
Herfyri vórðu vesini í VB-húsini gjørd av nýggjum, og ætlanin er at dagføra fleiri rúm í VB-húsinum so hvørt. Í sjálvari høllini verður gólvið skift. Eftirfylgjandi mugu ábøtur gerast við ljóðviðurskiftinum í høllini.
Vágs býráð hevur áður samtykt at gera auditorium, sum skal fíggjast við lántøku, og nú er nærum komið á mál.
- Ein broyting kom í málið beint eftir jól, tí mett varð, at neyðugt var at gera eina móttøku til auditorium. Eftirfylgjandi er verkætlanin skitserað av nýggjum, og sigast má, at tað varð rætta loysnin at byggja auditorium og móttøku samstundis.
Í Vági verður sagt, at verkætlanin nú er komin so mikið langt, at klárt er at bjóða arbeiðið við sjálvari móttøkuni til auditorie út.
Vágs skúli stendur fyri stórum umvælingum og dagføringum.
- Tørvur eru á ábótum og uppraðfestingum fyri at kunna rúma øllum virkseminum, sum er í Vágs skúla. Umframt at tørvurin hjá næmingum, lærarum og øðrum starvsfólkum broytist skjótt, eru aðrar funktiónir í skúlanum, sum eisini viðvirka til, at skúlin má dagførast.
Verkætlanin um auditorie er ikki eitt nýtt mál hjá Vágs býráði.
- Hetta var fyrstu ferð á skrá fyri nøkrum áðrum síðani. Síðani hava mentamálanevndin og bygginevndin fyri auditorie arbeitt miðvíst við málinum hesi seinastu trý árini.
Í Vági verður sagt, at nú skal endaligi byggikostnaðurin staðfestast soleiðis, at peningur verður settur av.
- Auditorie kemur fyrst og fremst skal tæna skúlanum, men ætlanin er, at allir vágbingar skulu njóta gott av tí og fáa góðar løtur í nýggja mentanardeplinum.
Á býráðsfundinum í Vági hóskvøldið varð einmælt samtykt at heita á teknisku deild um at fáa gjørt endaligar byggitekningar við endaligum kostnaði upp á alt arbeiði viðvíkjandi auditorium - mentunardeplinum - í Vágs skúla.
Síðan skal alt arbeiði bjóðast út.
Ætlanin er, at hesin fyrsti parturin skal verða liðugur miðskeiðis í november. Hann verður fíggjaður av innistandandi fyri 2025.
- Tá kostnaðurin er endaliga staðfestur til eitt útbjóðingartilfar, skal Vágs býráð taka upp lán eftir hesi metan. Hetta fyri at gjøgnumføra alla ætlanina.
Henda verkætlan verður eisini partur av fíggjarætlanararbeiðnum fyri 2026.
##med2##
- Vit fegnast um hesi stóru mál, sum nú eru komin so mikið langt, at farast kann undir arbeiðini í næstum, siga Bjarni Johansen, borgarstjóri og Levi Mørk, varaborgarstjóri, sum eisini er formaður í mentanarnevndini.
Onnur stórmál hjá Vágs kommunu vóru eisini á skrá til býráðsfundin, eitt nú tiltrongdu og kravdu ljósmastrarnar til fótbóltsvøllin á Eiðinum.
- Har skulu onkrar broytingar gerast, so endalig støða kann takast á komandi býráðsfund, siga tey í Vágs kommunu.
##med3##