Gunnar Hoydal gav í gjár út skaldsøgu sína, Í Havsins Hjarta. Bókin er eitt stórverk á 500 síður, sum við støði í persónligu søguni hjá rithøvundanum letur føroyska samfelagið í 20. øld í ein skaldligan ham. Trý ættarlið ferðast til og frá lítla oyggjalandinum mitt í havinum, sum fer ígjøgnum stórar búskaparligar, hugsjónarligar og mentanarligar rembingar.
Hesa vikuna kom eisini ein upprunað føroysk barnaskaldsøga út, hetta er Gott Hugflog, Hugo eftir Rakel Helmsdal. Søgan um Hugo liggur fjart frá sosialrealistisku og samfelagsligu skaldsøguni hjá Gunnari Hoydal. Í býnum Port Janua enda hugríki Hugo og vinir hansara í einari spennandi søgu, sum vísir seg at hava rótfesti í einum meira ráum og samansettum veruleika enn eitt vanligt barn kann ímynda sær.
Bæði sum menniskju og rithøvundar eru Gunnar Hoydal og Rakel Helmsdal sera ymisk. Men tey brenna bæði fyri tí góða skaldskapinum, og tey hava bæði eitt serligt útsýni og opinleika, sum kanska kemur av, at tey bæði eru hálvt um hálvt føroysk og donsk, og tey bæði hava búð í heilt øðrum mentanum.
Skrivandi ættin
Nógv kundi verið at trivið í burtur úr skaldsøguni hjá Gunnari Hoydal. Vit kundu tosa um føroyska málstríð, fólkaatkvøðuna í 1948, reiðarar sum útflyta vánaligan fisk, útisetalív í Keypmannahavn, býarstýri í Havn og vinnulívsmenn sum gera sær dælt at kreppu.
Men inni í hugnaligu stovuni við klassiskum donskum møblum og ráari føroyskari list lata vit øll hesi áhugaverdu mál liggja og velja heldur at práta við stilla, men bersøgna rithøvundin um tað at vera rithøvundur.
- Tað hevur altíð verið nógv skriving í familjuni, og tað at lesa og skriva eru altíð verið nakað sjálvsagt, sigur Gunnar Hoydal
Nýggja skaldsøgan er full av forteljandi og skrivandi fólki. Vit hava gomlu konuna, sum fortelur søgur í roykstovuni, og konsulin, sum altíð fortelur somu søgur á ballum í Havn. Langabbin, presturin Jørgen, skrivar fittar søgur um bygdafólk í Sandi, skyldmaður fylgir í somu sporum og skrivar ósannar søgur um fremmand fólkasløg. Og tann góði skaldskapurin er umboðaður av pápanum og øðrum føroyskum rithøvundum sum Janus Djurhuus og William Heinesen, og útlendskum stórskaldum sum Ernest Hemmingway og Pablo Neruda.
Byrjaði tíðliga
Sjálvur byrjaði Gunnar Hoydal at gera nakað við skrivingina, tá hann sum ungur drongur gekk á kostskúla í Sorø Akademi, har fleiri føroyskir rithøvundar høvdu gingið, millum annað Jørgen Frantz Jacobsen.
- Meðan eg gekk har, komu brøvini hjá Jørgen Frantz Jacobsen út, og eg var sera hugtikin av hansara skriving, greiðir Gunnar Hoydal frá.
- Hann fortaldi um nakað sum eg kendi til, bæði tað lokala og tað heimsopnað, og hann var eisini hálvt um hálvt føroyingur og dani sum eg sjálvur og dugdi at greiða frá tí føroyska út frá einum øðrvísi sjónarhornið, sigur Gunnar Hoydal.
Rakel Helmsdal var eisini ung, tá hon hugsaði um seg sjálvan sum rithøvund fyrstu ferð. Sosialurin hevur eisini vitjað hana í samband við nýggju bókaútgávuna. Og inni í hugnaliga og farvuríka køkinum við føroyskt gjørdum møblum, merkist bæði barnsliga hugflogið og breittfevnandi persónmenskan.
- Eg havi altíð fortalt søgur, og longu sum 12-13 ára gomul visti eg, at eg vildi vera rithøvundur. Sum lítil fann eg altíð upp á søgur, og tá eg fekk høvi at skriva frístíl í skúlanum, elskaði eg at fara í holt við onkra spennandi søgu, sigur hon.
Ikki lønandi starv at skriva
Men hóast hon ætlaði sær at vera rithøvundur, so væntaði Rakel Helmsdal ikki at kunna liva av tí.
- Mamma var yrkjari, tað var hennara samleiki, men hon arbeiddi sum læknaskrivari. Rakel Helmsdal hevur í dag tann framíhjárætt, at hon hevur fingið eina trý ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins. Men hon arbeiðir eisini kvartað tíð á Jarðfeingi.
- Eg elski at skriva, tað er tað eg dugi best, og har føli eg at eg kann gera mun. Men eg haldi álíkavæl fast í eitt gott og trygt vanligt arbeiði.
Gunnar Hoydal valdi sær lívsstarv uttan fyri skaldskapin, um tó ikki heilt uttanfyri listina. Hann var fyrsti býararkitektur í Føroyum, tá hann í 1960unum flutti heim til starv í Tórshavnar kommunu.
Byggilistin kom av áhuga, men eisini tí hann visti, at tað bar ikki til at liva av skaldskapi.
- Tað var óhugsandi bara at liva av skaldskapi, sigur Gunnar Hoydal
Pápin, Karsten Hoydal var ein slóbrótari innan føroyskan skaldskap við sínum fríu, órímaðu yrkingum. Men hann var eisini landbúnaðarfrøðingur og hevði nógv álitisstørv í Føroyum og uttanlands.
Listin í søguni
Góður skaldskapur er, sambært Gunnari Hoydal, er annað og meir enn bara ein frágreiðing.
- Har má vera ein kjarna, sum ber út um einstøku søgurnar. Tá tú lesur stórar rithøvundar leggur tú merki til, at tað er ein serlig kensla ella ein serlig rødd, sum gjøgnumsúrgar alt.
Hjá teimum best gávaðu kemur hendan røddin møguliga av sær sjálvum, men ofta er hon ald fram við nógvari skriving, heldur Gunnar Hoydal.
- At vera rithøvundur er eitt djúpt álvarsamt arbeiði, tí tú mást gera alt fyr at tað skal sita væl og samstundis lyfta seg upp um smáu søgurnar, sigur hann og greiðir frá um pápa sín, sum skrivaði av trongd og brúkti langa tíð til hvørt lítið verk.
Ein góð skaldsøga skal eisini vera eitt ríkt verk, sigur hann. Fjølbroytni sæst til dømis í nógvum ymiskum frásøgnum, sum allar lýsa hvørja aðra.
Gunnarsa serliga rødd er eyðsýnd í stóru og ríku skaldsøguni, men Í Havsins Hjarta var ikki nakar lættur burður. Gunnar Hoydal byrjaði upp á søguna fyri 10 árum síðani, og í fyrstuni hugsaði hann sær eina triologi um trý ymisk ættarlið og teirra ferðing til og frá Føroyum.
- Men hetta var ov lætt, ov einfalt og ov keðiligt. Eg vildi hava okkurt, sum bant allar søgurnar saman, og tann reyði tráðurin gjørdist landið og verðin.
Livandi søgan
Spurdur hví hann skrivar um sítt egna lív og verulig fólk og hendingar, sum hann kennir, svarar Gunnar Hoydal, at hann kanska ikki hevur hugflog til at finna uppá nakað heilt nýtt.
- Men listin liggur í arbeiðnum at fáa flog á veruligar søgur. Skaldskapur snýr seg ikki um tað privata, men um tað alment menniskjaliga, sum kemur fram tá rithøvundar finna kosmos í tí lítla.
Hann hevur arbeitt leingi við søguni, Í havsins hjarta, og úrslitið er als ikki tað, hann hevði hugsað sær av byrjan.
- Knappliga fær teksturin lív, og persónarnar akta ikki. Og so má ein finna seg í tí og fara inn og broyta og skriva umaftur. Og størsta lønin fyri meg sum rithøvund er at verða bilsin av mínum egna teksti, tí verkið er meira enn tað, sum eg væntaði.
Rakel Helmsdal lýsir sína arbeiðsgong á líknandi hátt. Staðið Port Janua kom so at siga av sær sjálvum, sigur hon.
- Eg hevði skrivað fleiri stuttsøgur uttan nakað ávíst umhvørvið. Men so sá eg, at tær gingu allar fyri seg á sama staði. Staðið fekk navnið Port Janua, sum merkir havnin hurð, og staðið gjørdist ein hugskotsmaskina, sum alla tíðina lat hurðar upp til nýggjar søgur, greiðir Rakel Helmsdal frá.
Hóast umhvørvið í søgunum ikki er kent, so er tað samansett av støðum, sum Rakel Helmsdal kennir.
- Í Port Janua eru bæði konditaríið í Havn og gøtan eg búði á í Frankaríki. Ongin av persónunum eru direkta fólk, sum eg kenni, men tey eru samansett av ymiskum kvalitetum hjá ymiskum veruligum fólki, sigur Rakel Helmsdal og siterar ein annan rithøvund fyri at hava sagt, at tann absolutti orginaliteturin er ikki til, og av ymiskum blómum ger man sín egna hunang, sigur hon
Misskilti rithøvundurin
Millum øll tey kendu fólkini í skaldsøguni eru eisini Janus Djurhuus og William Heinesen, hóast teir ikki verða nevndir við navni.
Gamli yrkjarin í Klaksvík vitjar familjuna, sum er flutt norð í mentamyrkri, og Gunnar og syskini verða send út at selja yrkingar. Men ongin keypir. Hetta er ikki annað enn brennivínsreyp, og maðurin skuldi verið settur í fongsul aftur, siga tey.
Eisini gamli rithøvundurin í Havn er troyttur av fólkum, sum ikki skilja. Hann orkar ikki longur at vera góður og klókur. Hansara egnu landsmenn lesa ikki tað, hann skrivar, og tey í hinum landinum kroysta lívið úr honum.
- Janus var høgt í metum millum lesandi fólk. Men vanlig fólk hildu hann vera øran, sigur Gunnar Hoydal.
Í skaldsøguni verður støðan í Føroyum samanborin við Chile, har »høvdu tey øll lurtað, alt landið og allur heimsparturin hevði hoyrt hann og skilt hann«.
Sambært Gunnari Hoydal er lítla samfelagið ikki nøkur forðan fyri stórum skaldskapi.
- Marques, Laxness og okkara egni William Heinesen eru dømi um at lítla samfelagið, tí burtur úr tí lítla kann koma eitt heilt kosmos, staðfestir Gunnar Hoydal.
Hví lítla samfelagið so ikki dugir at seta prís á stóra skaldskapin, vil hann ikki seta seg sum dómara yvir. Men kanska síggja tey ikki listina, men bara tað privata.
- Fólk um allan heim lesa William Heinesen, tí hansara skaldskapur er so almennur. Lítla sankornið, Havnin, verður eitt kosmos, sum øll menniskju kunnu kenna seg aftur í. Men fyri nógvar føroyingar vóru hetta privatar søgur, skrivaðar av manni, sum spilti tíðina burtur.
Skaldskapur fyri børn
Alskurin til skaldskap fekk Rakel Helmsdal í líka stóran mun frá træskerandi pápanum sum yrkjandi mammuni.
- Pápi las altíð søgur fyri okkum, og hann førdi meg og beiggja mín inn í stóru og spennandi verðinar hjá Astrid Lindgren, Tove Jansson og J.R.R. Tolkien. Hann elskaði góðan skaldskap og setti ikki mørk fyri, hvat hann las fyri okkum, sigur Rakel Helmsdal.
Sjálv hevur hon skrivað bæði til vaksin og til børn, men tað fellir henni lættari at skriva til børn, tí barnahugflogið er meira óavmarkað.
- Men barnabókarithøvundar verða ikki roknaðir fyri at vera veruligir rithøvundar. Hetta er ikki nakað serføroyskt, tildømis hevur eingin barnabókarithøvundur nakrantíð fingið Nobels heiðursløn í skaldskapi, sigur Rakel Helmsdal.
Hetta er nokk so løgið, heldur hon. Tí tær góðu barnabøkurnar eru minst líka stór list sum nógvar aðrar skaldsøgur, og tað er ikki lættari at skriva til børn enn til vaksin, leggur hon dent á.
Manglandi virðingin fyri barnabókmentum sæst eisini aftur í miðlunum, heldur Rakel Helmsdal.
- Barnabøkur verða ikki ummaldar, og tað kann vera eitt sindur trist. Tey einastu ummælini eg fekk til seinastu bókina, var tað rós eg havi fingið frá børnum, sum eg havi møtt, sigur Rakel Helmsdal at enda.