Ferð mín til Jorsala

Frá fornum tíðum hevur Jerusalem verið ein blóðugur vígvøllur millum ymsar religiónir og fólkasløg, sum øll hava kravt sín rætt til valdið í heilaga býnum. Men hóast tað í dag gjørligt at ferðast kring allan býin, er Jerusalem framvegis merktur av gamla stríðnum um rættin til valdið

Sólin bakar niður á hvítu føroysku herðarnar hendan leygarmorgunin seinast í juni. Føroyska ferðalagið hevur leitað sær niðan á navngitna Oljufjallið og skoðar oman yvir heilaga býin. Samskiparin av túrinum og ísraelsvinurin Svenning av Lofti greiðir frá, og føroysku pílagrímarnir spíla oyruni og krympa eyguni í sterka sólarljósinum. Sjónin oman yvir Jerusalem er bergtakandi. Tempulplássið. Grátimúrurin. Al-Aqsa moskan. Gullskrýdda Fjallamoskan. Forni býmúrurin um gamla býarpartin. Kedronsdalur. Getsemane urtagarður o.s.fr.
 
Ein býur í tvíningum
Men Jerusalem er alt annað enn tann friðsæli staður, sum navnið, løtan og sjónin á Oljufjallinum annars bera boð um. Hetta er landið og býurin, sum Móses, Ábraham og Dávid fingu frá Gudi. Hetta er býurin, sum hevur verið undir rómverskum, bábeloniskum og arabiskum harradømi í øldir. Og hetta er býurin, sum hevur verið ein blóðugur vígvøllur millum muslimar og kristnar krossfararar í 12. og 13. øld, inntil muslimarnir róku teir seinastu evropeisku krossfarararnar úr Palestina í 1291. Tá staturin Ísrael varð stovnaður í 1948, varð býurin býttur sundur við píkatrái, landminum og betongmúri. Jordan fekk Eysturjerusalem og Ísrael gjørdi Vesturjerusalem til høvuðsstað. Eftir seksdagakríggið í 1967 tók Ísrael valdið yvir øllum býnum, og í 1980 viðtók ísraelska parlamentið Knesset, at alt Jerusalem skuldi vera sameindi høvuðsstaður Ísraels. Henda samtykt varð ikki góðkend av ST. Í 1988 viðurkendi táverandi palestinski forsetin Yassir Arafat statin Ísrael, og í 1993 viðurkendi Ísrael palestinsku sjálvstýrisrørsluna PLO. Viðurkenningar, sum nýggja Hamas-stjórnin hevur strikað, og sum hevur elvt til nýggjan ófrið. Í dag hava palestinar avmarkað sjálvstýri í Eysturjerusalem, og harvið er býurin í tvíningum millum tvær religiónir og tvey fólk, sum bæði krevja sín rætt til at ráða í heilaga býnum.
 
Hernaðarligt tilverugrundarlag
Lat tað verða sagt beinanvegin, at føroyska ferðalagið upplivdi bert frið og tryggleika á túrinum. Men eftir fáar dagar í Jerusalem var samstundis eyðsæð, at ósemjan setir síni djúpu spor á lívið í býnum. Hóast fólk liva lið um lið, og hóast vit kundu ferðast frítt í øllum Jerusalem uttan trupulleikar, vitna mongu og vápnaðu trygdardeildirnar um ein bý í tvíningum. Blaðung standa tey í myrkagrønum herbúna, skottryggjaðum vesti og skínandi maskinbyrsum við ymsu býarmørkini millum Eysturjerusalem, sum er undir palestinskum valdi, og Vesturjerusalem, har ísraelar ráða. Eyðkenda Dávid-stjørnan er at síggja á bæði vápnum og herbúnum hjá ísraelsku herfólkunum. Í gamla býarpartinum jødisku megin markið skifti eg orð við ein 18 ára gamlan hermann.
- Í Ísrael er herurin alfa og omega. Vit hava hernaðarskyldu í trý ár í aldrinum frá 18 til 21, meðan kvinnurnar hava tvey ára hernaðarskyldu, sigur ungi og fryntligi hermaðurin. Spurdur, um hann ikki vildi sloppið undan heili trimum árum í herinum, yppir hann øksl.
- Hetta er ein skylda, sum ikki slepst undan, tá tú býrt í Ísrael, sigur hann og vísir á blóðugu søguna hjá unga móðurlandi sínum.
Allastaðni eru tey samd um, at ein sterkur herur er sjálvt tilverugrundarlagið hjá statinum Ísrael, tí tjóðin er umgyrd og hevur verið hótt av grannunum Libanon, Sýria, Jordan, Egyptalandi og palestinska sjálvstýrisøkinum.
- Ísrael hevur mark móti fimm grannalondum, sum øll ynskja statin Ísrael, har piparið grør. Seksdagakríggið í 1967 og Yom-Kippur kríggið í 1973 vitna um, at eksistensurin hjá Ísrael er tengdur at hernaðarligari yvirvág, sigur danski ferðaleiðari okkara, sum hevur búð í Ísrael í 40 ár og konverteraði á ungum árum til jødadómin.
Í havnarbýnum Kesarea við Miðjarhavið hitti eg seinni tvær gentur, sum skulu byrja í herinum eftir summarsteðgin. Eftir at hava sagt teimum, at vit ikki hava hernaðarskyldu í tí landi, eg komi úr, standa tær sum kánus.
                      - Hvat gera tit so, um okkurt grannaland loypur á, spyrja tær, og hóast eg royni at sannføra tær um, at eitt álop er ógvuliga ósannlíkt, rista tær undrandi við høvdinum.
                      - Føroyingar mugu vera bláoygdasta fólkaslag í heiminum, eru tær samdar um.
 
Gjøgnum trygdarmúrin til Betlehem
Triðja morgunin í Jerusalem gongur leiðin við føroyska ferðalagnum til Betlehem, sum í dag er undir palestinskum ræði. Betlehem er eitt sokallað A-øki, sum merkir, at palestinar hava alt vald í økinum. B-økini eru tey øki, sum bæði palestinar og ísraelar stýra, meðan C-økini eru undir fullum ísraelskum ræði. Undir seinnu intifadaini (palestinska uppreistrinum), sum kyknaði í 2000, forbjóðaðu ísraelskir myndugleikar øllum ísraelskum borgarum at ferðast í A-økjum orsakað av mongu samanbrestunum og burturflytingunum. Men í morgun hava vit valt at fara inn í eitt A-øki, til stóran ampa fyri okkara jødiska ferðaleiðara, sum tó velur at koma við. Hon leggur okkum eina við, at vit ikki mugu avdúka hennara jødiska samleika, meðan vit eru í Betlehem.
                      - Hevði maður mín vitað, at eg var á veg til Betlehem... letur í henni, áðrenn vit fara av Hotel Shalom í Vesturjerusalem og suður móti Betlehem.
Vit skulu ígjøgnum tann nógv umstrídda trygdarmúrin, sum ísraelska stjórnin seinastu tvey árini er farin at byggja. Múrurin hevur vakt mikla mótstøðu og atfinningar frá altjóða samfelagnum. Fyrrverandi forsætisráðharrin Ariel Sharon hevur fingið av at vita frá bæði ST og fleiri evropeiskum stjórnarleiðarum, sum finnast at Ísrael fyri vantandi samstarv og samráðingarvilja, áðrenn ein slíkur múrur verður bygdur. Amnesty International vil vera við, at múrurin tekur jørð frá palestinskum øki, og ferðaleiðari okkara greiðir í bussinum frá, at múrurin fer tvørtur ígjøgnum markir og jørð hjá bæði ísraelskum og palestinskum bóndum og skilir bygdasamfeløg, sum í mong ár hava livað saman. Sharon hevur grundgivið við, at múrurin skal forða palestinskum sjálvmorðsbumbumonnum at koma inn í ísraelsk øki, og núverandi forsætisráðharrin Ehud Olmert vil halda fram við at byggja múrin og avbyrgja tey øki, haðani palestinsku yvirgangsmenninir koma.
Føroyska ferðalagið kemur til múrin við bussinum, og alvápnaðar trygdarvaktir ressast í heitu sólini. Teir skifta eina løtu orð við bussførara okkara og biðja øll koma út á vegin.
- Bara eingin byrjar at skjóta, letur í onkrum føroyingi.
Frammanfyri okkum hevjar grái og umleið fimm metra høgi múrurin seg, og krókutur býtir hann landslagið í tvíningar. May Peace Be With You, stendur at lesa við stórum bókstøvum á sjálvum múrinum, og avsendarin er ísraelska Ferðavinnumálaráðið. Vit ganga ígjøgnum eitt høgt og stórt portur í múrinum, hinumegin tekur ein palestinskur ferðaleiðari ímóti okkum, og vit seta okkum upp í ein lítlan, slitnan og gamlan buss. American Money Israeli Apartheid, stendur at lesa palestinsku megin á sjálvum múrinum við svørtum graffiti.
So eru vit hinumegin múrin, ella skeivumegin múrin, sum ein í ferðalagnum tók til. Eg hugsi við mær sjálvum, at í okkara heimi er Múrurin fallin, men her niðri er hann júst reistur og stendur sum ein ímynd av tí múri, sum eksisterar millum ísraelar og palestinar, og sum hevur verið atvoldin til so nógva líðing.
                      Á eini matstovu í Betlehem greiðir kristni palestinski matstovueigarin frá, at intifadain og trygdarmúrurin hava kostað nógv. Færri ferðafólk og færri kundar, nú tað ikki longur er gjørligt at ferðast frítt í økinum.
                      - Reint fíggjarliga er hasin múrurin ein katastrofa fyri vælferðina í Palestina, sigur hann og er sjónliga harmur um støðuna.
 
Rændi hermaðurin
Tveir dagar seinni vakna vit á Hotel Shalom í Vesturjerusalem við tíðindunum um, at ein ísraelskur hermaður er burturfluttur á markinum við Gaza. Trupult er at vita, hvør hevur tikið unga hermannin, tí yvir tjúgu bólkar hava longu kunngjørt, at tað eru teir, sum hava tikið 19 ára gamla Gilad Shalit. Ísraelski verjumálaráðharrin Amir Peretz ávarar palestinsku Hamas-stjórnina á sjónvarpskíggjanum, og restina av tíðini í Ísrael fylgja vit við kreppuni, sum aftur hevur tikið seg upp millum palestinar og ísraelar. Í sjónvarpi á hotellinum og í ísraelsku bløðunum hoyra og lesa vit, hvussu ísraelski herurin er farin undir bumbu- og rakettálop í Gaza. Stjórnarbygningar, veitnveitingar, el-kervið og oljuveitingar standa fyri skotum, og eftir einum degi eru 600.000 palestinar uttan vatn og streym. ST-aðalskrivarin Kofi Annan ávarar ímóti eini humaniterari katastrofu og biður Ísrael vísa hógv, men ísraelski forsætisráðharrin Ehud Olmert svarar aftur, at kollektiv revsing er einasti hátturin at leggja trýst á eina yvirgangssinnaða Hamas-stjórn. Krav hansara er, at Shalit verður útflýggjaður á lívi.
                      Meðan bumburnar regna í Gaza, flyta vit føroyingar okkum móti miðjarðarhavsstrondini til frítíðarbýin Natanya, sum liggur beint norðanfyri Gaza. Í bakandi sólini á strondini í Natanya verður Jerusalem Post lisin, og sambært honum tykist konfliktin at eskalera. Knappliga hómast eitt flogfar í horisontinum. Idylliski stemningurin við Miðjarðarhavið broytist til ein óhugnaligan ótta. Øll steðga á og hyggja álvarsom móti himni. Fyri bert fáum mánaðum síðani sprongdi ein sjálvmorðsbumbumaður átta fólk í luftina í einum handilsdepli í hesum sama frítíðarbýi, og íbúgvarnir kenna tí alt til yvirgangsvandan í økinum. Flogfarið hevur beina kós móti strondini, og spurningarnir fara ígjøgnum høvdið. Er hatta eitt arabiskt flogfar? Er hetta hevndarinnar tími eftir mongu ísraelsku álopini seinastu dagarnar?
                      Áðrenn fjøldin veit av, er flogfarið komið so nær, at hugsingur ikki er um at taka til rýmingar. Men flogfarið flýgur lágt framvið, og trygdarvaktirnir við strondina royna sum frægast at greiða óttafullu strandargestunum frá, at talan er um eitt ísraelskt flogfar á veg til Gaza. Tað lætnar, og fólk leggja seg aftur at slappa av í sólini.
Hesaferð var tað ikki fíggindin. Men tilburðurin bar boð um, hvussu óttin fyri kríggi og yvirgangi kastar myrkar skuggar á lívið og gerandisdagin í Miðeystri.