at enn er langt eftir á mál á leiðini móti javnstøðu í Føroyum, so helt hann nógv vera hent, síðani javnstøðulógin kom í gildi í 1994. ? Støðan í dag er ein heilt onnur, enn hon var fyri 10 árum síðani [...] og taka avgerðir sum røkka langt, og sum fella mongum fyri brósti. At tað kann vera ógvuliga kalt í erva í politikki er ikki bara eitt innantómt orðafelli. Tað eiga øll, sum fara uppí politikk, at gera sær [...] Jóannes Eidesgaard royndi ikki at smoyggja sær undan eyma spurningin um vánaiga kvinnuligu umboðanina í føroyskum politikki. ? Vit politikarar og floksformenn eiga okkara part av ábyrgdini av, at tað er so
Sjónleikaraskúlanum í Havn, sum fara at sýna fyrstu og triðju akt av leikinum á pallinum í Sjónleikarahúsinum í Havn. Talan er um børn í aldrinum 7 til 12 ár, sum hava gingið á sjónleikaraskúla í ávíkavist eitt [...] Tað er ikki gerandiskostur, at vit í Føroyum kunnu reypa av, at vit hava heimspremieru av einum útlendskum sjónleiki, men í dag er hetta so veruleiki. Talan er um triðju akt av leikinum "Skipið Útsynningur" [...] at týða tekstin, og síðani hava næmingar í Sjónleikaraskúlanum arbeitt við at seta leikin upp. Áður eru fyrsta og onnur akt uppsettar í Sjónleikarahúsinum, men í ár er so fyrstu ferð, at triðja akt verður
sjónvarpsfilminum »Krøniken« hjá Danmarks Radio, sum eisini varð vístur í Føroyum fyrr í ár, varnaðust bilarnar, ið nýttir vóru í filminum. Har vóru nógv áhugaverd ellisakfør frá tríati, fýrati og fimmtiárunum [...] fram á Copenhagen Motor Show í Bella Centrinum, sum var í døgunum 15. til 25. apríl. Kanningar vísa, at yvir 2,5 mió hyggjarar fylgdu við »Krøniken«, sum fer fram fyrra partin í fimmtiárunum. Tøkniliga var [...] hetta tíðarskeiðið, og talið av bilum í Danmark trífaldaðist í fimmtiárunum. Tey fyrstu árini eftir seinna heimsbardaga var tað trupult at fáa fatur á einum nýggjum bili í Danmark. Bensinið var ein mangulvøra
til. Øll tey mongu listaverkini á veggunum í Skálanum taka uttan iva luftina frá mongum í teirra fjølbroytni og vakurleika. Fram í Ljósið verður hangandi uppi í Skálanum inntil 21. mars. [...] tað ber avbera væl til at hava eina listaframsýning har. Allastaðni í húsinum hanga málningar í hesum døgum, og tað fara teir at gera í eina góða viku afturat. Ferniseringin byrjaði um sjeytíðina, men b [...] Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum lat framsýningina upp, og hann helt millum annað fyri, at henda framsýningin er eitt gott prógv um, hvussu nógv dugnalig listafólk eru í Føroyum. ? Nú havi eg av góðum
Skálaberg fór í Barentshavið at fiska tað, teir eiga eftir har eysturi. Vesturvón eigur hinvegin einki eftir í Barentshavinum og kom tí heim, sigur reiðarin, Ólavur Petersen. Tað var lítið at fáa í Norðsjónum [...] frá teimum í ár. Felagið hjá Vesturvón eigur eisini fýra partrolarar, sum royna undir Føroyum. Akranes og Dragasund, og Vesturleika og Vestursøka. Hjá teimum hevur fiskiskapurin verið góður í ár, letur [...] tá trolað verður. Upsin, teir fáa í Norðsjónum, verður skorin til flak umborð, eins og gjørt verður við annan fisk, Vesturvón fiskar. Hesin túrurin, Vesturvón gjørdi í Norðsjónum, vardi einar tríggjar vikur
hjá løgtinginum í roynd og veru var. Høgni Hoydal hevur alla tíðina víst til, at Løgtingið álegði honum at bera so í bandi, at edv-skráir við persónsupplýsingum skulu liggja í Føroyum. Onnur siga, at Høgni [...] føroyskari útgávu av BetalingService hjá PBS í Danmark. Skipanin hevur við sær, at upplýsingar fara til Danmarkar at venda, og tað helt Høgni Hoydal vera í andsøgn við lógina um persónsupplýsingar, sum [...] havi eg ikki tikið valdið frá Løgtinginum í hesum málinum. Tað er mín ábyrgd at syrgja fyri, at rættarstøðan samsvarar við lógina, og tí kundi eg ikki bara bíða í ævir eftir Løgtinginum, sigur Høgni Hoydal
d. arbeitt í Sjóvinnubankanum, á skrivstovuni á Landssjúkrahúsinum og á bilasølu. Susan og Øssur møttust í Onglandi, og tey giftust í Onglandi í 1970. Nógvir føroyingar búðu í Keypmannahavn í 1973, men [...] ymsastaðni í Danmark. Susan og Øssur hava verið við frá byrjan og eru enn virkin í Kristnastovu. Tey eiga tveir synir, Andrew, sum hjálpir til í arbeiðinum í Kristnastovu og Kristin Filip, sum býr í Randers [...] barnabørn. Í sambandi við at 30 ár eru liðin síðan hetta arbeiði millum føroyingar í Keypmannahavn byrjaði, verður stevnudagur fyri fyrrverandi útisetar í samkomuhúsinum Siloa í Fuglafirði í dag.
Ein semja sum m.a. vit í Sjálvstýrisflokkinum løgdu alla okkara orku í at røkka tíðliga í vár, tá ið samgongan, sum øll minnast, hekk í einum klønum tráði. Ein semja, sum er samtykt í Løgtinginum. Skjøtul [...] heima í Føroyum, sum av álvara kunnu oyðileggja okkum ætlanina. Øll vita, at hetta er ein stór uppgáva, hon tekur tíð, krevur hegni og fram um alt er tað neyðugt, at vit alla tíðina leggja orku í at skapa [...] Helena Dam á Neystabø Sjálvstýrisflokkurin Nú sær út til, at loysnin í sjálvstýrismálinum er í eygsjón. Hvønn einasta dag fáa vit prógv fyri, at semjan um at gera eina yvirtøkuætlan, og semjan um at gera
skamtan í verk, og verður talan um kríggj, so er støðan ein heilt onnur. Men í fyrstu syftu er alt sum vanligt í føroyska samfelagnum, hóast Danmark tekur undir við at seta grein 5 í NATO-sáttmálanum í gildi [...] sonevnda musketereiðin í gildi. Hetta er grein 5 í NATO-sáttmálanum sum staðfestir, at álop á eitt av NATO-londunum skal roknast sum álop á øll NATO-londini, og at limalondini í NATO vilja stríðast sum [...] lond við í eitt felags stríð móti yvirgangi, segði hann. Lógir kunnu setast úr gildi Avgerðin hjá NATO-londunum merkir ikki, at londini eru sett í krígsstøðu. Tí hevur avgerðin um at seta grein 5 í verk í
landsliðsvenjari í Føroyum ? fekk sekkin í Vejle. Leygardagin var Randers Freja einasta liðið, sum hevur ein føroying í hópinum, sum fekk fulla úrtøku. Teir vunnu 3?2 í Skive. Øssur givin Í B93 stendur heilt [...] roynist stak illa hjá føroyingunum, sum eru í næstbestu deildini í Danmark. Í síðstu viku skrivaðu vit, at nýggi venjarin hjá Viborg kom úr venjarastarvinum í Randers Freja. Tíðindini høvdu vit frá donskum [...] fyrrverandi. Í síni tíð spældi Ole Fritzen í Vejle, hagani hann er ættaður. Hann var hjálparvenjari hjá Allani Simonsen í Vejle, og hann varð venjari, tá Allan Simonsen ? stutt eftir at hann á vári í 1994 hevði