Ókend list fram í ljósið

Fernisering var í Skálanum fríggjakvøldið. 60 listafólk við tilsamans 235 listaverkum mynda ta avbera flottu og hugtakandi listaframsýningina, Fram í Ljósið, sum Norðoya Sparikassi hevur tikið stig til

Klaksvík:
Rættuliga nógv fólk vóru í Skálanum fríggjakvøldið, tá Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, setti framsýningina, Fram í Ljósið.
Skálin er av álvara gjørdur um til ein listaskála, og hóast hølið als ikki er roknað til slíkt, so kundi staðfestast, at tað ber avbera væl til at hava eina listaframsýning har.
Allastaðni í húsinum hanga málningar í hesum døgum, og tað fara teir at gera í eina góða viku afturat.
Ferniseringin byrjaði um sjeytíðina, men beinanvegin varð greitt, at tað fór illa at bera til at koma runt, tí har var so nógv fólk. Og hartil skal ein hava sera góðar stundir, tá ein fer til listaframsýningina, um ein ætlar sær at koma runt. Tí har eru so nógv listaverk.
Men kortini nýttu mong høvi til at hyggja seg um ? í tann mun tað bar til, og ferð eftir ferð spurdu fólk, hvør er hetta ella hvør er hasin, tá tey høvdu hugt í skránna og sæð navnið á listafólkinum, sum hevði gjørt listaverkið, sum tey hugdu at.

Nógv talent
Fram í Ljósið, sum framsýnginin eitur, er til endamáls at fáa minni kend og ókend listafólk, sum vanliga ikki halda seg fram at til framsýningar, fram í ljósið. Og má sigast, at endamálið varð nátt væl og virðiliga.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum lat framsýningina upp, og hann helt millum annað fyri, at henda framsýningin er eitt gott prógv um, hvussu nógv dugnalig listafólk eru í Føroyum.
? Nú havi eg av góðum grundum ikki fingið møguleika til at hyggja meg um av røttum, men tað sum eg síggi bara her eg standi, tað boðar frá góðum, segði Jógvan á Lakjuni.
Tá mentamálaráðharrin var liðugur við sína røðu, tók stjórin í Norðoya Sparikassa orðið. Hann legði út við at koma við eini umbering til allar luttakararnar.
? Eg má koma við eini umbering til tykkum listafólk fyri, at eg í Sosialinum segði, at um eini fimm heilt stór talentir eru millum tykkum seksti, so er tað bara gott. Hetta er fantastiskt, og tað hevur tikið meg fullkomuliga av bóli, segði Eyðfinn Reyðberg millum annað.
Og hann tók ikki ov dýran til. Øll tey mongu listaverkini á veggunum í Skálanum taka uttan iva luftina frá mongum í teirra fjølbroytni og vakurleika.
Fram í Ljósið verður hangandi uppi í Skálanum inntil 21. mars.