Kvoturnar á vanligu leiðunum hjá flakatrolaranum Vesturvón eru uppi, og tí verður roynt at fara aðrar leiðir.
Vesturvón var herfyri ein stuttn túr í Norðsjónum, har teir royndu eftir upsa av eini felagskvotu, føroyingar eiga har niðri. Eisini Skálaberg var har eitt stutt skifti, men teir rýmdu báðir aftur. Vesturvón kom til Sørvágs, men Skálaberg fór í Barentshavið at fiska tað, teir eiga eftir har eysturi. Vesturvón eigur hinvegin einki eftir í Barentshavinum og kom tí heim, sigur reiðarin, Ólavur Petersen.
Tað var lítið at fáa í Norðsjónum, sigur Ólavur Petersen. Umframt var eisini eitt sindur ógreitt, hvussu tað var við hjáveiðu, tí talan er um upsakvotu. Hjáveiðuprosentið er ikki nóg væl fyriskrivað, heldur hann, so tað kann vera eitt sindur ivasamt, hvat ein hevur at halda seg til. Sagt verður bert, at hjáveiðan skal vera so lítil sum gjørligt. Tað er mest toskur, sum verður roknaður sm hjáveiða, tó at onnur fiskasløg ímiligt eisini fylgja við, tá trolað verður. Upsin, teir fáa í Norðsjónum, verður skorin til flak umborð, eins og gjørt verður við annan fisk, Vesturvón fiskar.
Hesin túrurin, Vesturvón gjørdi í Norðsjónum, vardi einar tríggjar vikur ella so. Fiskiskapurin var ov lítil, og teir høvdu ikki anað at fara til, so valt varð at fara til hús at bíða nakrar dagar fyri at vita, um tað kann gerast betri seinni.
Ólavur Petersen sigur, at ætlandi fer Vesturvín avstað aftur í dag sum ein annan dag at royna einaferð enn, um tað fer at bera til at fáa eitt sindur burtur úr hasi upsakvotuni, vit eiga í Norsjónum.
Hvussu so verður hjá teimum um jóltíðir, veit hann enn ikki at siga. Tað velst um fiskiskapin. Men at liggja og draga vaðskít í Norðsjónum á jólum heldur hann ikki vera nakað at bjóða fólki kortini.
Um árið, sum nú er komið væl áleiðis, sigur hann, at hjá Vesturvón hevur tað roynst heilt hampiligt. Alt er fiskað, sum tillutað er, og einki er keypt av fremmandari kvotu. Men tað var tí, at einki fekst, sigur reiðarin. Tað bar ikki til at fáa nakra avtalu við russar um at keypa kvotu frá teimum í ár.
Felagið hjá Vesturvón eigur eisini fýra partrolarar, sum royna undir Føroyum. Akranes og Dragasund, og Vesturleika og Vestursøka.
Hjá teimum hevur fiskiskapurin verið góður í ár, letur Ólavur Petersen at. Men prísirnir hava verið vánaligir alt árið.