Røsk ung hava gjørt mun

Seinastu vikurnar hava 17 ung verið partur av Ung í Arbeið í Klaksvíkar kommunu.

Klaksvik.fo skrivar:

 

Endamálið við skipanini er at geva ungum í aldrinum 14 til 16 ár møguleika at royna seg á arbeiðsmarknaðinum í summarfrítíðini.

 

Ungu luttakararnir hava arbeitt við ymiskum uppgávum. Eitt nú hava tey fríðkað kommunal økir við at rudda og lúka grøn økir, umframt at hjálpt til við øðrum fyrifallandi uppgávum.

 

Klaksvíkar kommuna ynskir at takka teimum fyri góða arbeiðið og ynskja teimum eina góða summarfrítíð.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##