Tey, ið fylgdu við sjónvarpsfilminum »Krøniken« hjá Danmarks Radio, sum eisini varð vístur í Føroyum fyrr í ár, varnaðust bilarnar, ið nýttir vóru í filminum. Har vóru nógv áhugaverd ellisakfør frá tríati, fýrati og fimmtiárunum.
Hesi akfør vórðu øll sýnd fram á Copenhagen Motor Show í Bella Centrinum, sum var í døgunum 15. til 25. apríl.
Kanningar vísa, at yvir 2,5 mió hyggjarar fylgdu við »Krøniken«, sum fer fram fyrra partin í fimmtiárunum. Tøkniliga var hetta ein spennandi tíð ? menningin tók rættuliga dik á seg hetta tíðarskeiðið, og talið av bilum í Danmark trífaldaðist í fimmtiárunum.
Tey fyrstu árini eftir seinna heimsbardaga var tað trupult at fáa fatur á einum nýggjum bili í Danmark. Bensinið var ein mangulvøra, og ein nýggjur bilur var bara nakað, tú kundi droyma um.
Donsku bilarnir vóru so at siga allir gamlir bilar frá árunum fyri kríggið. Fyri at keypa ein nýggjan bil kravdist, at tú søkti Direktoratet for Vareforsyning um loyvi til tess. Har sat ein strong metingarnevnd, sum gjørdi av, hvør hevði størstan tørv á einum nýggjum bili. Í 1950 fekk bara 10. hvør, ið søkti, ynskið uppfylt, og tá vóru tað ofta jarðarmøður, læknar og handilsferðandi, sum stóðu í fremstu røð, tí teirra flutningstørvur varð hildin at hava størri týdning.
Millum bilarnar síggjat eitt nú ein Buick Coupe frá 1941 (bilurin sum Cederholm lænti frá pápanum), ein Ford V8 Cabriolet frá 1946 (sum Søs kastar brúðarbukettina í, tá hon rýmur undan sínum egna brúdleypi), ein Dodge D5 Sedan frá 1937 (bilurin hjá Kaj Holger), ein Jaguar Mk VII frá 1953 (stjórabilurin hjá Bella) og nógvir aðrir spennandi bilar.
Men í tíðarskeiðinum, tá »Krøniken« fer fram ? 1952-57 ? kundu onnur eisini sleppa at keypa bilar. Tað kravdi bara eina góða uppsparing, tí uttan innkeypsloyvi var avgiftin hægri, og ein nýggjur bilur kostaði meira enn tað, sum ein arbeiðsmaður forvann um árið. Bilurin gjørdist í hesum tíðarskeiðið eitt symbol fyri frælsi og nýggjar modernaðar tíðir. Í bløðum og á bilframsýningum vóru nýggju útlendsku modellini sýnd fram ? og tey hugtóku fólk. Tann stóri dreymurin tá var at fáa ein av teimum stóru avfjaraðu amerikansku dollaragrinunum, men tað vóru tó fáir danir, sum náddu tað. Fyri flestu danir varð dreymurin um lívstíl og ferð loystu av eyðkendu Bobluni frá Volkswagen ella einum lítlum Fiat, sum t. d. Fiat 500.










