Øssur er givin í B93

Og nú hevur Atli Gregersen í Randers Freja mist venjaran

 

Tað roynist stak illa hjá føroyingunum, sum eru í næstbestu deildini í Danmark.

Í síðstu viku skrivaðu vit, at nýggi venjarin hjá Viborg kom úr venjarastarvinum í Randers Freja. Tíðindini høvdu vit frá donskum fjølmiðlum, men onkra staðni varð nevnt, at hann kom úr Aalborg Chang. Undan vikuskiftinum fingu vit staðfest, at talan var um ein venjara, sum áður hevur verið í Randers og Aalborg Chang.

Hesi tíðindini vóru ikki meiri enn sodnað, tá tað varð kunngjørt, at nú er samstarvið millum Randers Freja og venjaran steðga. Ole Fritzen hevur verið venjari hjá Atla Gregersen og teimum. Hann sigur, at teir í felagnum høvdu givið honum lyfti um, at nýggir spælarar skuldu koma til felagið, men at lyftið ikki er hildið. Tí hevði hann ætlað at gevast, tá kappingin fer í vetrarfrí, men so helt felagið, at samstarvið skuldi steðga beinanvegin.

Atli Gregersen hevur í ár spælt átta dystir á besta liðnum. Nógvu tær seinastu ferðirnar hevur hann verið á talentliðnum. Tað er eingin loyna, at Atli Gregersen hevur hildið sera nógv av venjaranum, sum nú er fyrrverandi.

Í síni tíð spældi Ole Fritzen í Vejle, hagani hann er ættaður. Hann var hjálparvenjari hjá Allani Simonsen í Vejle, og hann varð venjari, tá Allan Simonsen ? stutt eftir at hann á vári í 1994 hevði tikið við sum landsliðsvenjari í Føroyum ? fekk sekkin í Vejle.

Leygardagin var Randers Freja einasta liðið, sum hevur ein føroying í hópinum, sum fekk fulla úrtøku. Teir vunnu 3?2 í Skive.


Øssur givin

Í B93 stendur heilt illa til. Fleiri av bestu spælarunum hava gjørt nyttu úr møguleikanum, sum leiðslan hevur givið teimum. Tað vil siga, at teir eru farnir til onnur feløg, sum eru før fyri at rinda teimum løn.

Øssur Hansen hevði avtalu við B93, sum var galdandi fyri dystirnar í heyst, men í síðstu viku kom hann aftur til Toftir. Tað vil siga, at hann var ikki við, tá B93 sunnudagin legði rygg til 5?0 tap í Kolding.

Tað gekk eisini illa hjá Hvidovre. Sunnudagin vóru teir á útivølli ímóti oddaliðnum. Køge vann 3?1, og Hvidovre er dygst omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Mest óvæntaða úrslitið var í Farum. B1909 smurdi framsókna liðið hjá fólkatingsmanninum og borgarstjóranum Peter Brixtofte av. Liðið úr Odense vann sunnudagin á útivølli við ikki minni enn 5?1.