Helena Dam á Neystabø
Sjálvstýrisflokkurin
Nú sær út til, at loysnin í sjálvstýrismálinum er í eygsjón. Hvønn einasta dag fáa vit prógv fyri, at semjan um at gera eina yvirtøkuætlan, og semjan um at gera Føroyar leysar av donskum pengum ? eftir einari fastari ætlan frá nú av og fram til ár 2012 ? er ein ætlan, sum ber fram á mál. Ein semja sum m.a. vit í Sjálvstýrisflokkinum løgdu alla okkara orku í at røkka tíðliga í vár, tá ið samgongan, sum øll minnast, hekk í einum klønum tráði. Ein semja, sum er samtykt í Løgtinginum.
Skjøtul er longu settur á tær fyrstu yvirtøkurnar, og vit hava boðað frá, at blokkstuðulin skal minka longu næsta ár.
Gøtan er greið ? og tað fara bara at vera trupulleikar her heima í Føroyum, sum av álvara kunnu oyðileggja okkum ætlanina. Øll vita, at hetta er ein stór uppgáva, hon tekur tíð, krevur hegni og fram um alt er tað neyðugt, at vit alla tíðina leggja orku í at skapa semjur og ikki sum nú stríð og ósemju.
Sjálvandi fara vit at møta mótgangi og forðingum ? men tær eru allar til at vinna á.
Men nú er panikkur í monnum. Nú ræður um fyri alt í verðini, at skapa totalan forvirring, og at finna ósemjur, har einki grundarlag er fyri ósemju. Við tí eina endamáli, at fáa fullveldisætlanina at bróta saman. Tað miseydnaðist í vár hjá Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum. Tað má heldur ikki eydnast hesuferð.
Nú samtakið Hesuferð ætlar at samskipa eitt álop móti arbeiðinum, at føra Løgtingssamtyktina um Sjálvstýri Føroya Fólks út í lívið, kann tað bara føra til so stóra spjaðing, at fullveldisætlanin fer fyri bakka. Tað sama kann sigast um øsingina hesa seinastu tíðina um ymsar strategiir í fullveldismálinum, um búskapargrunnin, um samráðing við danir ella totala konfrontatión ? alt hetta hevur bert eittans endamál, at forkoma sjálvstýrisverkætlanini.
So einfalt er tað. Tað eiga øll at duga at síggja. Og fer tað at eydnast løgmanni og varaløgmanni ? tjóðveldisflokkinum og fólkaflokkinum at forkoma sjálvstýrisverkætlanini, ja so hava teir báðir uppiborið at fingið ein danskan riddarakross.
Lat okkum fyri alt í verðini ikki forkoma hesum søguliga møguleika at halda fast um eina ætlan, sum ber á mál, og sum allir føroyingar kunna kenna seg tryggar við.










