Heimspremiera í Sjónleikarahúsinum

Í dag fara børn úr Sjónleikaraskúlanum í Havn á pall, har tey millum annað fara at hava eina heimspremiera

Tað er ikki gerandiskostur, at vit í Føroyum kunnu reypa av, at vit hava heimspremieru av einum útlendskum sjónleiki, men í dag er hetta so veruleiki. Talan er um triðju akt av leikinum "Skipið Útsynningur", sum finsksvenski rithøvundurin, Irmelin Sandman-Lilius, hevur skrivað.
Okkurt um 30 børn á palli
Tað eru børn úr Sjónleikaraskúlanum í Havn, sum fara at sýna fyrstu og triðju akt av leikinum á pallinum í Sjónleikarahúsinum í Havn. Talan er um børn í aldrinum 7 til 12 ár, sum hava gingið á sjónleikaraskúla í ávíkavist eitt og tvey ár. Talan er um íalt okkurt um 30 børn, sum fara á pallin.
At Sjónleikaraskúlin hevur fingið fyrstarætt til "Skipið Útsynningur" kemst av, at lærarin í skúl-anum, Hedvig Westerlund-Kapnas á ferð saman við Rakel Helmsdal hitti Irmelin Sandman-Lilius, sum gav teimum søguna og rættin til at nýta hana, sum teimum lysti. Tær báðar, Hedvig og Rakel, gjørdu av at týða tekstin, og síðani hava næmingar í Sjónleikaraskúlanum arbeitt við at seta leikin upp. Áður eru fyrsta og onnur akt uppsettar í Sjónleikarahúsinum, men í ár er so fyrstu ferð, at triðja akt verður framførd á palli nakrastaðnis í heimin-um.
Umframt at spæla teir ymsu leiklutirnar, hava børnini verið við til at gjørt pallmyndina og ymiskt annað, ið verður nýtt í uppsetanini av leikinum.
Rithøvundurin á vitjan
Til tess at seta sín heilt serliga dám á framførslurnar hjá børnunum í Sjónleikaraskúlanum, hevur tað eydnast at fingið rithøvundan, Irmelin Sandman-Lilius, at koma til Føroya á vitjan og síggja uppsetanina av leikinum.
Í leikinum síggja vit tvinni ævintýr við skiparanum Largustus Pinn og skyldfólk hansara, ið bæði uppliva at verða álopin av sjórænarum og at frysta fast í ísinum í Botnisku Víkini. Tey fáa tó hjálp Valla Veðurhatti, kettuni Fransisku og sjálvari Havheksuni millum annað.
Leikurin tekur ein slakan tíma við einum lítlum steðgi, og atgongumerkir á 50 krónur eru at fáa á Kunningarstovuni og við dyrnar. Spælt verður í kvøld og annaðkvøld kl. 18.00, og hósdagin verða tvær skúlasýningar á skránni.
Seinni í hesum mánaðinum fer ein bólkur frá Sjónleikaraskúlanum at framføra klassikaran Petur Pann, og í næsta mánaða fer tannáringabólkurin at spæla leikin "Heim", sum Ljudmila Razumovskaja. Sjónleikaraskúlin er eitt samstarv millum Havnar Sjónleikarafelag og Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla.