HM undankappingin: Noreg er á gáttini til fyrsta HM-endaspælið í 28 ár

Spania og Portugal halda HM-kósina

Mynd: Ritzau Scanpix

Leygardagin vóru átta HM-undankappingardystir leiktir kring Evropa.

 

Í bólki E vann Spania 2-0 á Georgia á heimavølli, og tá misnýtti Spania enntá eitt brotsspark. Í sama bólki vann Turkaland á útivølli stórsigur 6-1 á Bulgaria.

 

Aftaná trý umfør hevur Spania fult stigatal, níggju stig. Turkaland hevur seks stig, Georgia hevur trý stig, og Bulgaria er aftast við ongum stigi.

 

Týskvøldið klokkan 19.45 eru dystirnir hesir: Spania-Bulgaria og Turkaland-Georgia.

 

Í bólki F gekk tað akkurát hjá Portugal at vinna 1-0 á Írlandi á heimavølli. Ruben Neves skoraði sigursmálið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Í seinna hálvleiki brendi Cristiano Ronaldo eitt brotsspark. Í sama bólki vann Ungarn á heimavølli 2-0 á Armenia. 

 

Aftaná trý umfør hevur Portugal fult stigatal, níggju stig. Ungarn hevur fýra stig, Armenia hevur trý stig, og Írland er aftast við einum stigi.

 

Týskvøldið klokkan 19.45 verður leikt soleiðis: Portugal-Ungarn og Írland-Armenia.

 

Í bólki I vann Noreg á Ullevaal stórsigur 5-0 á Ísrael, har Erling Braut Haaland megnaði bæði at brenna brotsspark, og at skjóta eitt hattrick. Ísrael megnaði enntá at gera tvey sjálvmál. Í sama bólki vann Italia á útivølli 3-1 á Estlandi. Noreg spælir móti Estlandi á Ullevaal 13. november, og á útivølli móti Italia. Noreg hevur í løtuni ein málmun, ið er 19 mál betri enn tann hjá Italia, og teir eru trý stig frammanfyri Italia. Vinnur Noreg á Estlandi skal Italia vinna ein risasigur á Noregi fyri at taka fyrsta plássi, og tað fer neyvan at henda.

 

Noreg hevur fult stigatal, 18 stig fyri seks dystir. Italia hevur 12 stig fyri fimm dystir. Ísrael hevur níggju stig fyri seks dystir, og Estland hevur trý stig fyri seks dystir. Moldova er aftast í bólkinum við ongum stigi.

 

Týsdagin og týskvøldið verður leikt soleiðis: Klokkan 17: Estland-Moldova og klokkan 19.45: Italia-Ísrael.

 

Í bólki K mátti Serbia á heimavølli lúta 0-1 fyri Albania. Í sama bólki megnaði Andorra ein flottan 2-2 javnleik á útivølli móti Lettlandi.

 

Ongland er greitt oddalið í bólkinum við 15 stigum fyri fimm dystir. Albania er nummar tvey við 11 stigum fyri seks dystir. Serbia er nummar trý við sjey stigum fyri fimm dystir, og Lettland er nummar fýra við fimm stigum fyri seks dystir. Aftast er Andorra við einum stigi fyri seks dystir. 

 

Týskvøldið klokkan 19.45 verður leikt soleiðis: Lettland-Ongland og Andorra-Serbia. 

 

Spania-Georgia 2-0 (1-0)

1-0 Yeremi Pino ('24 )

2-0 Mikel Oyarzabal ('64 )

 

Bulgaria-Turkaland 1-6 (1-1)

0-1 Arda Guler ('11 )

1-1 Radoslav Kirilov ('13 )

1-2 sjálvmál ('49 )

1-3 Kenan Yildiz ('51 )

1-4 Kenan Yildiz ('56 )

1-5 Zeki Celik ('65 )

1-6 Irfan Kahveci ('90 )

 

Portugal-Írland 1-0 (0-0)

1-0 Ruben Neves ('91 )

 

Ungarn-Armenia 2-0 (0-0)

1-0 Daniel Lukacs ('56 )

2-0 Zsombor Gruber ('90 )

 

Noreg-Ísrael 5-0 (3-0)

1-0 sjálvmál ('18 )

2-0 Erling B. Haaland ('27 )

3-0 sjálvmál ('28 )

4-0 Erling B. Haaland ('63 )

5-0 Erling B. Haaland ('72 )

 

Estland-Italia 1-3 (0-2)

0-1 Moise Kean ('4 )

0-2 Mateo Retegui ('38 )

0-3 Pio Esposito ('74 )

1-3 Rauno Sappinen ('76 )

 

Serbia-Albania 0-1 (0-1)

0-1 Rey Manaj ('45 )

 

Lettland-Andorra 2-2 (1-1)

0-1 Moises San Nicolas ('33 )

1-1 Dmitrijs Zelenkovs ('41 )

2-1 Vladislavs Gutkovskis, br. ('55 )

2-2 Ian Olivera ('78 )

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix