Seinnapartin klokkan 17 byrjar HM-undankappingardysturin á Tórsvølli í bólki L millum Føroyar og Kekkia.
Kroatia og Kekkia eru fremst í bólkinum við 13 stigum hvør. Føroyar hava níggju stig, Montenegro hevur seks stig, og Gibraltar er aftast við ongum stigi.
Kekkia hevur í átta undanfarnum dystum vunnið á Føroyum hvørja ferð. Seinast var tó talan um ein tepran 2-1 sigur, har Gunnar Vatnhamar skoraði einasta málið Føroyar hava skotið móti Kekkia.
Kekkia hevur hóast føroyska 4-0 stórsigurin á Montenegro eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á føroyskan heimasigur liggja millum 7,40 og 9,05.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,33 og 4,75.
Oddsini upp á kekkiskan útisigur liggja millum 1,37 og 1,44.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##