Løgtingið fær nú aftur høvi at viðgera lógina um persónsupplýsingar, sum hevur ført til, at Gjaldskipanin hjá Elektron og peningastovnunum helst er steðgað.
Sambandsflokkurin hevur lagt uppskotið fyri tingið í eini roynd at forpurra ætlanina hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, at steðga Gjaldskipanini. Gjaldskipanin avgreiðir sjálvvirkandi flytingar fyri fólk. Tað verður gjørt við einari føroyskari útgávu av BetalingService hjá PBS í Danmark. Skipanin hevur við sær, at upplýsingar fara til Danmarkar at venda, og tað helt Høgni Hoydal vera í andsøgn við lógina um persónsupplýsingar, sum hevur til endamáls at verja trygd hins einstaka.
Ivi hevur alla tíðina verið um, hvat viljin hjá løgtinginum í roynd og veru var. Høgni Hoydal hevur alla tíðina víst til, at Løgtingið álegði honum at bera so í bandi, at edv-skráir við persónsupplýsingum skulu liggja í Føroyum. Onnur siga, at Høgni Hoydal hevur mistulkað ætlanina hjá løgtinginum.
Hendan iva roynir Sambandsflokkurin nú at fáa ein enda á, og kemur uppskotið ígjøgnum, sleppur Gjaldskipanin helst aftur at virka frítt. Uppskotið tekur rættin hjá landsstýrismanninum at orða reglur um flutning av persónsupplýsingum til útlond, herundir at steðga ella avmarka útflutning. Tað var annars júst hetta, sum Rættarnevndin á sinni álegði landsstýrismanninum.
Í øðrum lagi útgreinar Sambandsflokkurin grein 16, ið umrøður útflutning av upplýsingum. Sagt verður, at persónsupplýsingar bert kunnu flytast til útlond, sum kunnu tryggja eina fullgóða viðgerð av upplýsingunum. Metast skal um viðgerðina sum heild, dentur skal leggjast á endamálið við viðgerðini, slagið av upplýsingum, viðgerðartíðina, galdandi rættarreglur, siðvenjur og trygd.
Sostatt tekur Sambandsflokkurin tráðin hjá Dátueftirlitinum upp, sum sigur, at talan ikki er um viðkvæmar upplýsingar, sum fara til Danmarkar við Gjaldskipanini, og tí snýr málið seg heldur um vinnuforðing enn trygd hins einstaka.
Tað kann væntast, at uppskotið hevur ein møguleika fyri at vera samtykt, tí millum annað hava fleiri umboð fyri Fólkaflokkin sagt seg ivast. Løgtingið hevur áður havt møguleika at viðgera málið, men tað datt burtur, tí Rættarnevndin súltaði málið. Kortini skar Høgni Hoydal ígjøgnum.
Spurningurin er, um tað kann fatast sum eitt misálit á Høgna Hoydal, um málið verður samtykt. Sjálvur sigur hann við Sosialin, at hann einki hevði ímóti, at Løgtingið tekur málið upp.
?Tað stendur Løgtinginum frítt at taka málið uppaftur, og tí havi eg ikki tikið valdið frá Løgtinginum í hesum málinum. Tað er mín ábyrgd at syrgja fyri, at rættarstøðan samsvarar við lógina, og tí kundi eg ikki bara bíða í ævir eftir Løgtinginum, sigur Høgni Hoydal.