Valdið er framvegis í Føroyum

Hóast Danmark tekur undir við at seta grein 5 í NATO-sáttmálanum í gildi, broytir tað einki í ríkisrættarligu støðuni hjá Føroyum. Heimastýrislógin og stýrisskipanin eru framvegis í gildi, sigur løgrfrøðingur

NATO-londini gjørdu mikudagin av, at tey skulu seta sonevnda musketereiðin í gildi.

Hetta er grein 5 í NATO-sáttmálanum sum staðfestir, at álop á eitt av NATO-londunum skal roknast sum álop á øll NATO-londini, og at limalondini í NATO vilja stríðast sum ein maður móti yvirgangsmonnum.

Danska stjórnin tekur undir við hesi avgerð, og tað merkir, at Føroyar eru eisini umfataðar av avgerðini.

- Tá tað snýr seg um verjupolitikk og uttanríkispolitikk, so umfata avgerðir hjá Danmark eisini Føroyar. Danska stjórnin umsitir verjumál og uttanríkismál fyri alt ríkið, og tí hava Føroyar eisini tikið undir avgerðini hjá NATO, sigur Anfinn V. Hansen, løgfrøðingur.

- Hetta hevur tó einki at siga fyri ríkisrættarligu støðuna hjá Føroyum. Alt er sum vanligt, føroyingar hava framvegis heimastýrið, og okkara stýrisskipan er framvegis í gildi.


Danir avgjørdir

Uttanríkispolitiska nevndin hjá Fólkatinginum var so gott sum samd um at stuðla avgerðini um at seta grein 5 í NATO-sáttmálanum í gildi.

- Vit siga við hesum við USA, at vit standa saman við tykkum. Hevur USA brúk fyri hjálp, so eru vit til reiðar at hjálpa, segði danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, mikudagin.

Eisini partamaður hansara, uttanríkiráðharrin Mogens Lykketoft, var avgjørdur í, at hetta var rætta avgerðin at taka.

- Tað eru allar sivilisatiónir, sum eru hóttar av hesum álopi, og tí skulu vit ikki bert standa saman í ES og NATO, men vit skulu eisini fáa onnur lond við í eitt felags stríð móti yvirgangi, segði hann.


Lógir kunnu setast úr gildi

Avgerðin hjá NATO-londunum merkir ikki, at londini eru sett í krígsstøðu. Tí hevur avgerðin um at seta grein 5 í verk í fyrstu syftu ikki tað stóra, men hon kann fara at føra til meira seinni.

- Enn eru Føroyar ikki ávirkaðar av hesum stríði, men tað verðurr øðrvísi, um veruligt kríggj brestur á. Tað finst eingin lóg um, hvussu farast skal fram í krígsstøðu, men í ekstremum støðum kann neyðrætturin hava við sær, at allar galdandi lógir og skipanir kunnu verða settar úr gildi, sigur Anfinn V. Hansen, løgfrøðingur.

- Ofta samtykkja parlamentini serligar lógir, tá kríggj er. Tey kunnu til dømis seta skamtan í verk, og verður talan um kríggj, so er støðan ein heilt onnur. Men í fyrstu syftu er alt sum vanligt í føroyska samfelagnum, hóast Danmark tekur undir við at seta grein 5 í NATO-sáttmálanum í gildi, sigur hann.