Tað vóru tey bæði Susan og Øssur Berghamar, sum vóru flutt úr Føroyum til at arbeiða millum føroyingar í Keypmannahavn.
Susan er fødd og uppvaksin í Hounslow uttan fyri London. Sum ung gekk hon á Moorlands bíbliuskúla, har fleiri føroyingar eisini hava gingið.
Øssur er úr Havn, foreldrini vóru: Tinna, f. Hansen, av Toftum, og Sigurd Berghamar úr Havn. Øssur er útbúgvin skrivstovumaður og hevur t.d. arbeitt í Sjóvinnubankanum, á skrivstovuni á Landssjúkrahúsinum og á bilasølu.
Susan og Øssur møttust í Onglandi, og tey giftust í Onglandi í 1970.
Nógvir føroyingar búðu í Keypmannahavn í 1973, men tó munandi minni enn í dag. Flogsamband við Føroyar var bert tríggjar ferðir um vikuna, flogið var við Fokker Friendship propellflogførum, og tað tók fýra tímar at flúgva millum Føroyar og Danmark.
Nakað av kristiligum virksemi var millum føroyingar í Keypmannahavn hesa tíðina. Føroyskar gudstænastur vóru hildnar í Sámuelskirkjuni í Thorsgade, og longur niðri í gøtuni var danska brøðrasamkoman, har mánaðarlig føroysk møtir vórðu hildin.
Hóast hesi tiltøk var tørvurin á einum miðvísum arbeiði millum føroyingar í Keypmannahavn, eitt stað, har føroyingar kundu venda sær við bæði andaligum og sosialum spurningum.
Einki hotel var fyri føroyskar sjúklingar og teirra avvarðandi, sum komu niður í sjúkraørindum, og eingin almenn føroysk ráðgeving, sum vit kenna hana í dag.
Síðani arbeiðið í Kristnastovu byrjaði, hava vitjanir millum føroyskar sjúklingar á Rikissjúkrahúsinum verið fastur táttur av virkseminum.
Virksemið á Oxford Allé vaks nógv hesi árini og skjótt blivu hølini ov lítil. Í 1979 vórðu eini størri hús keypt á Birmavej 36 á Amager, sum vóru væl egnað til endamálið.
Síðan virksemið byrjaði hava fríggjakvøldssamkomurnar í Kristnastovu verið nógv vitjaðar. Eisini eru møti og sunnudagsskúli sunnudagar. Føroyski presturin í Keypmannahavn og Kristnastova skiftast um at hava andaktir á Hotel Tórshavn aðru hvørja viku. Av og á er eisini samkoma fyri eldri føroyingar.
Kristnastova skipar hvørt ár fyri legum fyri føroyskar útisetar ymsastaðni í Danmark.
Susan og Øssur hava verið við frá byrjan og eru enn virkin í Kristnastovu.
Tey eiga tveir synir, Andrew, sum hjálpir til í arbeiðinum í Kristnastovu og Kristin Filip, sum býr í Randers. Susan og Øssur eiga fimm barnabørn.
Í sambandi við at 30 ár eru liðin síðan hetta arbeiði millum føroyingar í Keypmannahavn byrjaði, verður stevnudagur fyri fyrrverandi útisetar í samkomuhúsinum Siloa í Fuglafirði í dag.