valdi Anfinn Kalsberg at senda fólk til hús, so at tey kundu sleppa at hvíla seg áðrenn samráðingarnar um málsøki, landsstýrisumboð og løgtingsnevndir vórðu tiknar upp aftur mánamorgunin klokkan 10.00. Øðrvísi [...] Tá formansrundan hevði verið, heitti fráfarandi tingformaðurin, Jógvan I. Olsen, á Anfinn Kalsberg um at gera eina roynd at skipa samgongu. Anfinn Kalsberg staðfesti longu valkvøldið, at Føroya fólk hevði [...] kallaði inn til samráðingarnar. Tjóðveldisflokkurin, sum eins og Fólkaflokkurin hevur 8 mans, varð biðin um at koma til samráðingarborðið og tað var Sjálvstýrisflokkurin eisini . Gekst striltið at fáa gongd
Landskappingin er av álvara farin í gongd, og higartil hevur tað í góðum fótbóltslíkindum eydnast at avgreiða allar tíggju dystirnar. Øll feløgini eru komin á stigatalvuna, og bara tvey feløg hava framvegis [...] verið galdandi, so hevði munurin bara verið tvey stig. Nú er hann fýra. Bólkingin Tað er nógv at spæla um enn, men tað ber longu nú til at staðfesta, at vágbingar fara at fáa tað trupult at røkka sama end [...] heimavølli móti ÍF. Í Sumba hava teir langt síðani staðfest, at tað verður torført, og teir frøðast um hvørt stigið, sum kemur til høldar. Hjá ÍF var tunnligt í steypakappingini í Klaksvík, og verri í Sumba
eydnaðist næstan ikki at koma til baklinjuna, og tí var ofta talan um høgar skrábóltar. Fróði Benjaminsen var um at fáa skot á, men gav sær ikki far um, hvussu leysur hann var, og Andréy Stakhánov, sum er komin [...] bara nakrar heilt fáar minuttir frammanundan var farin úr, og døllaði sær eftir allari langsíðuni og niðan í húsið, áðrenn dómarin gav toftamonnum boð um at taka frísparkið. Men áðrenn tað kom so langt [...] var aftur eldur í: nýggi vongverjin hjá B68 í vinstru, Arnfinn Olsen, lá skerflatur, tí luftin var farin úr honum. Dómarin leyp til og hugdi á linjuverjan, men hesin hevði einki sæð, og eingin av teimum
sovnað burtur. Tað er torført at skilja og góðtaka, at Hinna eftir stutta sjúkralegu skal vera farin inn um deyðans gátt. At eg ongantíð aftur skal kunna síggja og tosa við hana. Ongantíð aftur sita á bonkinum [...] skóleistar sendandi frá henni. Hon skrivaði altíð fyrst um tey, ið høvdu nógv at týða fyri hana, børnini, ommubørnini, systkini. Og nú í seinastuni eisini um fittu langommudóttrina, ið hon var so stolt av. Fortaldi [...] skuggasíður at kenna. Í besta aldri, við lívinum framman fyri sær, misti hon mannin og varð einsamøll um at uppala tvey børn. Hóast mótburð og sorg, elskaði hon lívið og dugdi at síggja og virða tað góða
lánini aftur var stórur, og tað vísti seg eisini at halda, tí nógv virkir eru farin av knóranum, samstundis sum nógv hús eru farin undir hamaran. Í 1997 gjørdi Norðoyar Sparikassi burturleggingar fyri 3,1 [...] av hesum ártíggjunum hava teir føroysku peningastovnarnir tikið seg upp aftur. Inntøkurnar økjast ár um ár, og roynt verður av øllum alvi at stýra útreiðslunum, so tað endaliga úrslitið gerst betri og betri [...] millum teirra, sum tóku undir við verkætlanini Atlantis og leiðslan í Sparikassanum fegnast í dag um, at mentunarhúsið í dag er ein snotuligur, vælvirkandi og ítøkiligur veruleiki. Vit kunnu leggja afturat
seinstu dagarnar er, at meðan indonesiska krónan, nevnd rupiah, er viknað munandi, so er stjórnin nú farin at hækka?prísirnar á lívsneyðugum vørum. Bensinprísirnir hækkaðu í seinastu viku munandi og nú eru [...] 1992. International Monetary Found, IMF, er ein stovnur, sum er settur til at hjálpa londum, sum eru um at fara á húsagang. Stovnurin hjálpir við kontantum lánum, men lánini verða ikki givin uttan treytir [...] Indo?nesia kemur aftur á føtur. Pengarnir verða latnir yvir eitt skeið, so og so nógvar milliardir um mánaðin. IMF hevur sett sum treyt, at fyri hvønn mánað skulu nøkur mál verða nádd á tí búskaparliga
talan er ikki um nakra katastrofu, sum hann málber seg. Men tað er ikki bert í Føroyum at algan er farin at herja. Tey sum hava fylgt við í donsku og norsku loftmiðlunum hava eisini hoyrt um, hvussu stóran [...] Bakkafrost. Atli Gregersen, stjóri í Luna, sigur, at talan er um eina nýggja algu. Tann kenda var reyð og gul á liti, men liturin á hesi minnir meiri um litin á eini ølfløsku, myrkari. Mist 15 tons Luna hevur
Samtyktin í býráðnum um fría upptøku til allar skúlarnar er ikki farin fram á rættan hátt. Býráðið kann ikki gera slíkt, serliga ikki út frá andanum í fólkaskúlalógini, tá ið tosað verður um nærumhvørvi, sigur [...] síðani tók endaliga avgerð í málinum um tey 22 børnini, sum ikki sleppa at byrja í 1. flokki í Venjingarskúlanum, hava foreldrini at hesum børnum ikki mist vónina um, at teirra børn kortini sleppa í Ve [...] innivist, og avgerðin um, at skúlin skal vera tvísporaður ístaðin fyri trýsporaður, hevur ikki fingið røttu viðgerðina í Býráðnum. Sakkunnleiki Foreldrabólkurin hevur eina vón um, at krav og ynski teirra
eini 5-6 ár eftir í KÍ, so tað hevði verið ein góð íløga, um ein tílíkur serfrøðingur hevði kunnað fingið hann í ordan aftur. Tað er eingin ivi um, at hugurin hjá Allan at spæla er so stórur sum nakrantíð [...] tað liggur illa fyri, og ivasamt er, um hann verður tøkur hjá Zoran til dystin í morgin. Hans Hammar hevur ligið við fepuri alla vikuna og tað er ein spurningur, um hann er nóg væl fyri til at spæla í morgin [...] hjá monnum skal spælast í dag og í morgin, og eftir hvat vit hava sæð higartil, ber illa til at spáa um nakað frammanundan. HB og NSÍ hava fult stigatal eftir tveir teir fyrstu dystirnar, og síðani er eitt
ein góðan film, og tá so ein tíð er farin, so er tíð at fara at hyggja at tí næsta filminum t.d. Titanic o.ø. Ein partur av effektini vildi sjálvsagt komið aftur, um Barbara var í uppskoti til ein Oscar [...] føroyingar uttanlands. Tað boðar metstóra talið á ferðafólki frá, sum fóru um flogvøllin í fjør. Hvussu verður í ár er ilt at meta um, men bókingarnar eru nógvar. Tað komiska er kanska, at tað sum hevur størri [...] gistingum, stavaði frá teim mongu fólkunum, ið tóku lut í upptøkunum av filminum. Tey einsamøll umboðaðu um 2-3000 gistingar. Framgongdin í gistingum broyttist til eina lítla afturgongd í fjør. Høvuðsorsøkin