Foreldrini framvegis vón

Tórshavnar býráð hevur sett punktum í málinum um tey 22 børnini, ið ikki sleppa í 1. flokk í Venjingarskúlan, men foreldrini halda á at stríðast til allir møguleikar eru troyttir

Hóast Tórshavnar býráð fyri tveimum vikum síðani tók endaliga avgerð í málinum um tey 22 børnini, sum ikki sleppa at byrja í 1. flokki í Venjingarskúlanum, hava foreldrini at hesum børnum ikki mist vónina um, at teirra børn kortini sleppa í Venjingarskúlan.

Í vikuni vórðu 1000 undirskriftir savnaðar í Vesturbýnum í Havn frá fólki, sum stuðla kravinum hjá foreldrunum um, at børn í Vesturbýnum skulu ganga í skúlanum, sum natúrliga hoyrir undir henda býarpartin. Foreldrini hava ført fram, at skúlavegurin hjá hesum sjey ára gomlu verður tann vandamesti í landinum um tey verða noydd at fara í Kommunuskúlan og at tað er ógvuliga óheppið, at børnini ikki sleppa at ganga í sama skúla sum systkin teirra.

Orsøkin til, at Venjingarskúlin ikki kann hýsa hesum 22 børnunum, er, at skúlin er ov lítil og at skúlin sigur seg vera ein tveysporaður skúli. Og tað er júst henda grundgevingin, sum foreldrabólkurin arbeiðir víðari við. Venjingarskúlin hevur møguleika at taka eina skúlastova í nýtslu í Brúnaskúla, soleiðis at hesi børnini fáa innivist, og avgerðin um, at skúlin skal vera tvísporaður ístaðin fyri trýsporaður, hevur ikki fingið røttu viðgerðina í Býráðnum.


Sakkunnleiki

Foreldrabólkurin hevur eina vón um, at krav og ynski teirra verða gingin á møti. Týsdagin skal bólkurin hava fund við Skúlaráðið, sum alla tíðina hevur stuðlað ynskjum foreldranna. Bólkurin hevur fingið sakføraran, Eyðfinn Jacobsen, uppí málið.

? Sakførarin hevur verið á fundi við okkum foreldur og hann heldur, at vit standa sterk í kravi okkara. Hann sigur, at tað er ein rættur sum børnini, ið búgva í Vesturbýnum hava, at tey hoyra til Venjingarskúlan. Tað ber ikki til at flyta tey uttan víðari. Samtyktin í býráðnum um fría upptøku til allar skúlarnar er ikki farin fram á rættan hátt. Býráðið kann ikki gera slíkt, serliga ikki út frá andanum í fólkaskúlalógini, tá ið tosað verður um nærumhvørvi, sigur umboð fyri foreldrabólkin.

Ætlanin er at tær 1000 undirskriftirnar verða latnar Landsstýrinum við kæruni, sum verður send. Men hon verður ikki send fyrr enn allir aðrir møguleikar eru troyttir.