Barbara lokkar ikki ferðafólk til Føroya

Filmurin hevur ikki havt ta ávirkan á útlendingin, sum føroyska ferðavinnan hevði væntað, sigur Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya

Stóru vónirnar ferðavinnan í Føroyum setti til Barbaru-filmin tykjast ikki at fara at halda. Sambært ársfrágreiðingini hjá Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya sýnist effektin av filminum at vera burtur.

? Uttan at vita tað heilt nágreiniliga, so meta vit, at fólk fóru í biografin fyri at síggja ein góðan film, og tá so ein tíð er farin, so er tíð at fara at hyggja at tí næsta filminum t.d. Titanic o.ø. Ein partur av effektini vildi sjálvsagt komið aftur, um Barbara var í uppskoti til ein Oscar, verður sagt í ársfrágreiðingini.

Men fer Barbara ikki at lokka fremmand ferðafólk til Føroya í summar, hevur føroyska ferðavinnan kortini havt inntøku av filminum. Framgongdin, sum ferðavinnan kundi staðfesta í 1996 í gistingum, stavaði frá teim mongu fólkunum, ið tóku lut í upptøkunum av filminum. Tey einsamøll umboðaðu um 2-3000 gistingar.

Framgongdin í gistingum broyttist til eina lítla afturgongd í fjør. Høvuðsorsøkin til minkingina er, at føroyingar nýta gistingarmøguleikarnar minni. Ístaðin fyri at ferðast í egnum landi, fara føroyingar uttanlands. Tað boðar metstóra talið á ferðafólki frá, sum fóru um flogvøllin í fjør.

Hvussu verður í ár er ilt at meta um, men bókingarnar eru nógvar. Tað komiska er kanska, at tað sum hevur størri ávirkan á fólk, er málið sum er við at forkoma sambandinum við Danmark, nevniliga Bankamálið og teir trupulleikar, vit annars hava við Danmark.