Undirmannaðir gøtumenn fóru við øllum av Toftum

Fótbóltur: Hóast miðvallarovastin varð rikin av vølli beinanvegin, so megnaðu royndu GÍ menninir at skora og vinna móti tannleysum B68

B68 hevur í mong ár havt trupulleikar at fáa úrtøku, tá GÍ hevur verið á Svangaskarði. Heldur ikki sunnudagin fingu toftamenn nakað burturúr, og tá teir ikki megnaðu tað undir teimum fyritreytum, sum stóðust hesa ferð, so er ilt at síggja, nær tað fer at bera til hjá B68 at fáa øll stigini frá gøtumonnum.

Tað gingu bara tveir minuttir frá dystarbyrjan til Kim Ejdesgaard hevði reyða kortið á lofti: Miðvallararnir Fróði Benjaminsen og Sámal Joensen brustu saman, toftamaðurin lá eftirá, og dómarin, sum stóð heilt tætt hjá, bríkslaði og fór í reyvalumman eftir reyða kortinum, sum hann smekkaði fyri næsarnar á GÍ-manninum.

Sámal tók sær sera góðar stundir, tá hann við gongutúra ferð fór av vøllinum, lat seg í aftur venjingarbúnan, ið hann bara nakrar heilt fáar minuttir frammanundan var farin úr, og døllaði sær eftir allari langsíðuni og niðan í húsið, áðrenn dómarin gav toftamonnum boð um at taka frísparkið.

Men áðrenn tað kom so langt, var aftur eldur í: nýggi vongverjin hjá B68 í vinstru, Arnfinn Olsen, lá skerflatur, tí luftin var farin úr honum. Dómarin leyp til og hugdi á linjuverjan, men hesin hevði einki sæð, og eingin av teimum gulu og bláu segði seg skilja, hví toftamaðurin hoyknaði saman!

? Eg veit satt at siga ikki, hví eg fekk reyða kortið, segði Sámal Joensen og sá sannførandi út, meðan hann sat á áskoðaraplássunum og frøddi seg um avrikið hjá liðfeløgunum.

? Hann togaði í troyggjuna og skumpaði meg. Eg helt, at tað var gula kortið, sum kom úr lummanum, og eg var kløkkur, tá eg uppdagaði, at hann hevði fingið reyða kortið, segði Fróði Benjaminsen aftaná.

Dómarin mundi døma fyri hevnisøku, men hvørgin av teimum báðum, sum vóru blandaðir uppí, vildi skriva undir uppá, at talan var um sovorðna støðu.


Verri fyritreytir

men fingu mál

Og tað gjørdist uppaftur torførari hjá GÍ, tá bara tjúgu minuttir vóru farnir. Hvassasta álopsvápnið hjá teimum, danin Søren Skov Jørgensen, noyddist at lata seg skifta út, tí hann var skaddur. Í staðin kom Súni Olsen inn. Hann er góður spælari, men ikki álopsmaður, og so var tað Henning Jarnskor, sum tók fremstu álopsuppgávuna á seg.

Tað var tískil lagt upp til, at GÍ skuldi verja og spæla fyri javnleikinum, meðan heimaliðið skuldi spæla fyri sigrinum, men soleiðis hepnaðist tað ikki.

Avrikið hjá GÍ verður ikki innstillað til nakra vakurleika virðisløn, men tað var nóg gott til at vinna. Teir hava nógvar royndir heima á landi og eisini í altjóða kappingum, og teir smoygdu seg í stríðshamin, samstundis sum teir hildu høvdið kalt. Magni Jarnskor rann fyri fleiri, og Pauli Jarnskor, Samson Nesá, ið hesa ferð var aftastur í verjuni, Janus Rasmussen og allir hinir hildu B68 menninar burtur frá brotsteiginum hjá Sunnvardi Joensen.

At tað harafturat eydnaðist hjá Magna Jarnskor at gera mál, tá tíggju minuttir restaðu av fyrra umfarinum, gjørdi tað minni torført at halda tørn, enn tað annars hevði verið.

Málið kom, tá Magni Jarnskor eftir miðásinum streyk ímillum miðverjarnar. Hesa einu ferðina var annars eftiransni Sámal Erik Hentze ikki aftanfyri, og veteranurin var púra kaldur, tá hann fór til vinstru fyri seg sjálvan og framvið málverjanum, áðrenn hann úr eitt sindur spískum trillaði í tóma kassan.

Bara tríggjar minuttir seinni mundi aftur verið galið hjá B68, men Súni Olsen sendi dygst við síðuna av.


Eingin upplagdur møguleiki

Toftamenn mundu fáa ein orduligan uppsang í steðginum. Teir royndu at vísa vilja og vera ágangandi í 2. hálvleiki, men eins og í fyrra umfarinum, so eydnaðist teimum ikki at spæla seg til ein tann einasta upplagda møguleika.

Øssur Hansen, Jákup Eli Olsen og onkrir aðrir royndu seg við langskotum, sum fóru við síðuna av, og onkrum hálvum stútara, men sum tíðin gekk undan gjørdist tað alt meiri stressað og óskipað.

Tað eydnaðist næstan ikki at koma til baklinjuna, og tí var ofta talan um høgar skrábóltar. Fróði Benjaminsen var um at fáa skot á, men gav sær ikki far um, hvussu leysur hann var, og Andréy Stakhánov, sum er komin til landið fyri at vera høvuðsbombari í B68 álopinum var fullkomuliga blindur ferðamaður. At toftamenn vóru vónbrotnir og gøtumenn sera fegnir eftir síðsta bríksl, er einki at siga til.