Sosialurin, Singapore: Stóra landið í fjreystri, Indonesia, er í svárum trupulleikum og vandi fyri borgarakríggi lúrir. Sein-astu dagarnar hevur ófriður verið fleiri staðir í landinum. Tað eru studentarnir, sum hava staðið á odda, men vanligi borgarin stendur aftanfyri. Indonesia er eitt risastórt oyggjaland. Innanfyri grund?linjuna á hesum landi, er so vítt til veggja, at alt USA kann liggja innanfyri.
Indonesia er tað landið í fjareystri, sum er eina meinast rakt av fíggjarligu kreppuni. Tað sum hevur øst fólkið hesar seinstu dagarnar er, at meðan indonesiska krónan, nevnd rupiah, er viknað munandi, so er stjórnin nú farin at hækka?prísirnar á lívsneyðugum vørum. Bensinprísirnir hækkaðu í seinastu viku munandi og nú eru petroleumsprísirnir eisini hækkaðir. Tað ljóðar kanska ikki av so nógvum, at petroleumsprísirnir hækka, men Indonesia er eitt tilafturskomið land og stórur partur av fólkinum matgerð við petroleum. Hetta er ein dyggur smeitur fyri fátæka mannin.
Hvør føroyingur minnist ikki, tá IMF´ararnir komu til Føroya, tá kreppan herjaði upp á tað harðasta í 1992. International Monetary Found, IMF, er ein stovnur, sum er settur til at hjálpa londum, sum eru um at fara á húsagang. Stovnurin hjálpir við kontantum lánum, men lánini verða ikki givin uttan treytir. Landið, sum tekur lánini, bindir seg til at reka ein fíggjarpolitikk, sum fær landið aftur á føtur. Treytirnar hjá IMF eru vanliga sera harðar og tær føra við sær, at sitandi stjórn verður noydd at fremja tiltøk, sum eru sera illa lýdd av fólkinum. Suharto hevur verið trekur at fara undir búskaparlig tiltøk, men nú er hann so hart kroystur, at hann hevur játtað at seta nøkur av teimum tiltøkum, IMF krevur, í verk. Pengastreymurin er sostatt byrjaður at streyma frá IMF til Indonesia.
40 mia. dollarar
Tað eru ikki smávegin upphæddir IMF fer at rinda Indonesia komandi mánaðarnar. Stjórin fyri IMF, Michel Camdessus segði á tíðindafundi í Singapore fyrr í vikuni, at samlaða háttanin er uppá 40 milliardir US dollarar. Hendan upphæddin verður mett er nóg stór til at búskapurin í Indo?nesia kemur aftur á føtur. Pengarnir verða latnir yvir eitt skeið, so og so nógvar milliardir um mánaðin. IMF hevur sett sum treyt, at fyri hvønn mánað skulu nøkur mál verða nádd á tí búskaparliga økinum. Verða hesi mál ikki nádd, ella skipar stjórnin hjá Suharto, forseta ikki fyri, at hesi mál verða nádd, so steðgar játtanin.
IMF ikki vælumtókt
Príshækkaninar i Indonesia eru eitt beinleiðis úrslit av tí endurreisingarpolitikki, sum IMF hevur kravt fyri at játta pening til Indonesia. Í veru?leikanum er prísurin ikki hækkaður, men stjórnin hevur tikið stuðulin til bensin og petroleum burtur og tað merkir, at fólkið sjálvt skal rinda veru?liga prísin.
Í meðan halda studenta?kravgongurnar fram í Indo?nesia. BBC veit í dag at siga, at í gjár særdi herurin tveir studentar í eini mótmælisgongu í høvuðsstaðnum Ja?karta. Grannalondini hjá Indo?nesia hyggja við óttafullum eygum eftir gongdini í hesum stóra landi.