Tað vóru fólk í grannalagnum, sum boðaðu eigaranum, sum var uttanlands, frá, at ein rútur var brotin, og at úthurðin stóð opin. Løgreglan fór á staðið og staðfesti, at onkur hevði verið inni. Hildið verður ikki at nakað er stolið, men tað verður kannað nærri, tá eigarin kemur heimaftur.
Málið er skrásett sum herverksmál og 'husfredskrænkelse', sum vakleiðarin málber seg. Ákæran kann verða broytt, um staðfest verður, at okkurt er stolið. Men eingin er tikin fyri hendingina enn, sigur vaktleiðarin.