Ársins fyrsti toppdystur

Fótbóltur: NSÍ og HB hittast í morgin í ársins fyrsta toppdysti í 1. deild

Triðja umfar í 1. deild hjá monnum skal spælast í dag og í morgin, og eftir hvat vit hava sæð higartil, ber illa til at spáa um nakað frammanundan. HB og NSÍ hava fult stigatal eftir tveir teir fyrstu dystirnar, og síðani er eitt lítið glopp niður til næstu liðini. Øll tey tíggju liðini í deildini hava longu fingið stig, so nógv bendir á, at kappingin í ár fer at verða spennandi og ikki sørt óútroknilig.

Mest áhugaverdi dysturin hetta vikuskiftið er uttan iva tann í Runavík millum oddaliðini bæði NSÍ og HB.

Liðini eru sum nevnt tey einastu, sum hava vunnið báðar dystirnar higartil í landskappingini, og bæði kunnu stilla við so at siga sterkastu uppstilling í morgin.

Einasti maður hjá NSÍ, sum við vissu situr uttanfyri, er Gert Langgaard. Hann breyt armin móti KÍ í steypakappingini, men er so smátt farin at renna aftur, hóast hann enn hevur pínu í arminum. Í Runavík rokna teir ikki við, at tað fara at ganga meir enn eini 14 dagar, áðrenn hann kann spæla aftur við fullari megi. Helgi L. Petersen er framvegis eitt sindur sárur í knænum, men hann verður í øllum førum við í hópinum í morgin.

Lagið er gott í Runavík í hesum døgum, nú fótbóltsliðið úr býnum er í tí fyri teir eitt sindur óvanligu støðuni at liggja ovast í deildini. Men teir eru greiðir yvir, at tað enn resta nógvir dystir í, og at als einki er avgjørt enn.

Í HB meta tey dystin í Runavík sum bert ein av fleiri týdningarmiklum dystum, sum vera seinni í ár. HB hevur higartil vunnið teprar sigrar á B36 og TB, men nú skulu teir fyri fyrstu ferð í landskappingini í ár úr Gundadali. Teir hava spælt í Runavík eina ferð fyrr í ár. Tað var í steypakappingini, og tá vann NSÍ 3-0. Hinvegin vann HB 3-0 á NSÍ í Havn, so ilt er at siga, hvussu leikur fer í morgin.

HB hevur í seinastuni spælt uttan verjuálitið Jan Dam, sum koykti sær fótin herfyri, men sum skilst ætlar hann sær at royna aftur í morgin í ársins fyrsta toppdysti.

Andrew av Fløtum er eisini so smátt við at koma fyri seg, og Allan Mørkøre, sum hevur havt trupulleikar við hondini, og sum møguliga skal skurðviðgerast eina ferð seinni, spælir eins og hinir av fullum huga í morgin.

Í fjør vann HB landskappingardystin í Runavík 4-2, men tað hevur gingið upp og niður í dystunum millum hesi bæði liðini seinastu árini. Í 1996 var NSÍ ikki í 1. deild, men í 1995 endaðu báðir dystirnir millum NSÍ og HB uttan mál. Í 1994 vann NSÍ 4-1, men í 1993 spældu runavíkingar í 2. deild.


ÍF og B68 mugu kappast við FA Cup-finaluna

Sum nakað nýtt hevur FSF lagt ávísar 1. deildardystir leygardag, og ein av hesum verður í dag, tá B68 fer til Fuglafjarðar at vitja ÍF.

Fleiri B68-arar hava verið plágaðir av krími í seinastuni, men tað skuldi ikki nerva liðið í dag. Niels Suni Poulsen var leikbannaður seinasta sunnudag, tá B68 tapti á Svangaskarði móti GÍ, men hann er við aftur í dag. Hinvegin má verjuspælarin Johannus Danielsen sita uttanfyri. Hann spældi við 3. deild seinasta vikuskiftið og fekk ein skaða í lærkrikan ? tað var júst ein tílíkur skaði, sum helt honum uttan fyri stóran part av árinum í fjør.

ÍF hevur havt nógvar smáskaðar í seinastuni, men teir eru nú horvnir, og fuglfirðingar kunnu stilla við sterkastu manning í dag.

Eftir hvat vit hava frætt, verður dysturin í dag spældur klokkan 15.00, og so er tað upp til eysturoyingar sjálvar, um teir vilja síggja ÍF og B68 í Fuglafirði ella Arsenal og Newcastle í sjónvarpinum. Enska steypafinalan verður spæld samstundis sum dysturin í Fuglafirði, og tað kann fáa óhepna ávirkan á áskoðaraundirtøkuna í dag. Men um veðrið er gott, er tað jú altíð hugaligt at vera til fótbóltsdyst, og dysturin í sjónvarpinum kann bandast. Tað smartasta hevði kortini verið at spælt dystin í Fuglafirði seinni, eitt nú klokkan 18.00.

Í fjør vann B68 3-1 í Fuglafirði, í 1996 lá ÍF omaná 2-1. Í 1995 spældu fuglfirðingar í 2. deild, men í 1994 vunnu teir 1-0 á B68 á heimavølli, og tað gjørdu teir eisini í 1993.


Sumba til Havnar

Í Gundadali taka føroyameistararnir B36 ímóti uppflytarunum úr Sumba. Sumbingar hava eina ferð fyrr í ár vitjað B36, og tá vann havnarliðið.

Spælandi venjarin hjá B36, Tomislav Sivic, fekk ein skaða í Klaksvík seinasta vikuskifti og hevur ikki vant hesa vikuna. Hann verður helst ikki við í morgin, men tað verður hin jugoslavin, sum fyri kortum kom til landið. Ronnie Samuelsen fekk tvey gul kort í Klaksvík seinasta sunnudag og má av tí sama sita uttan fyri í morgin.

Sumba er eitt av liðunum, sum hevur verið nógv plágað av skaðum higartil í ár, men nú skuldi verið liðugt við tí. Eyðbjørn Thomsen hevur ein drúgvan knæskaða, og í Sumba rokna teir ikki við, at hann verður at síggja á vøllinum fyrr enn í øllum førum aftan á summarsteðgin. René Thomsen hevur havt trupulleikar við økslini, men tað skuldi ikki verið nøkur forðing í morgin. Annars ljóðar tað, at onkrir av spælarunum hjá Sumba ætla sær til skips, men um hetta fer at síggjast aftur á liðnum í morgin, er óvist.

B36 tapti í 1995 1-2 í Gundadali móti Sumba/VB. Í 1991, tá Sumba var í 1. deild, vann B36 hinvegin 2-1.


Jan Andreasen

fær kanska farloyvi

Klaksvíkingar fara suður á Tvøroyri longu í kvøld, so teir kunnu vera so væl fyri sum gjørligt til dystin móti TB í morgin.

Tað er tó ivasamt, um Jan Andreasen fer suður við. Konan hjá KÍ-miðverjanum skal til at eiga nú, so tað kann vera, at Jan fær »barnsburðarfarloyvi« frá venjaranum Jóannesi Jakobsen.

Olgar Danielsen hevur framvegis trupulleikar við knænum og er ivasamur til TB-dystin. Hinvegin er Jan Joensen um at vera klárur aftur. Hann spældi við 2. deild seinasta vikuskifti, men tað er rættiliga sannlíkt, at hann verður millum teirra, sum fara til Tvøroyrar í dag.

Bróður Jan, Allan Joensen, er hinvegin langtíðarskaddur. Allan hevur roynt at spælt fyrr í ár, men hevur ikki kunnað spælt ein heilan dyst. KÍ-venjarin Jóannes Jakobsen harmast um, at Allan Joensen ikki fær spælt.

Hann sigur, at teir hava umhugsað at senda hann niður til onkran serfrøðing fyri at vita, hvussu ring støðan er.

? Allan er ikki meir enn 25 ár og hevur eini 5-6 ár eftir í KÍ, so tað hevði verið ein góð íløga, um ein tílíkur serfrøðingur hevði kunnað fingið hann í ordan aftur. Tað er eingin ivi um, at hugurin hjá Allan at spæla er so stórur sum nakrantíð, sigur KÍ-venjarin.

TB gav síðsta sunnudag HB ein skarpan gang í Gundadali, og tvørámenn skulu nú royna at koppa javnaldrunum hjá HB á Sevmýri.

Petur Oluf Mortensen fekk ein skaða í hælsinuna í fyrsta steypadystinum á árinum móti B36 á Tvøroyri og er ongantíð rættiliga sloppin av aftur við skaðan. Hann hevur roynt seg fleiri ferðir, men tað liggur illa fyri, og ivasamt er, um hann verður tøkur hjá Zoran til dystin í morgin. Hans Hammar hevur ligið við fepuri alla vikuna og tað er ein spurningur, um hann er nóg væl fyri til at spæla í morgin. Annars eru allir mans tøkir hjá jugoslaviska venjaranum.

Í fjør var TB í 2. deild og spældi tískil ikki móti besta liðnum hjá KÍ, men í bæði í 1996 og 1995 endaði javnt á Tvøroyri, 1-1 í 1996 og 2-2 í 1995. Í 1994 var eingin ivi, tá KÍ vann 6-0, men í 1993 endaði tað eisini við javnleiki, 1-1.


Sámal noyðist

at sita uttanfyri

Fimti dysturin hetta vikuskiftið verður í morgin í Sarpisgerði, har GÍ fær vitjan av VB. GÍ er væl koyrandi í løtuni, meðan tað hjá VB hinvegin stendur illa til.

Vágbingar skulu royna at venda skeivu gongdini, og allir spælararnir í hópinum eru tøkir. Venjarin sjálvur, Milan Milanovic, hevur verið smáskaddur so at siga alt árið, men tað er sannlíkt, at hann í øllum førum byrjar inni í morgin.

Danska álopsessið hjá GÍ, Søren Skov Jørgensen, hevur ikki vant í vikuni orsakað av skaða í lærkrikanum, og hann situr uttan fyri í morgin. Tískil kann Henning Jarnskor verða fluttur fram í álopið, ella kann Johan Nielsen fara niður í 2. deild eftir Heina Heinason. Og so er tað Sámal Joensen, sum varð vístur av vøllinum á Toftum seinasta sunnudag. GÍ hevur kært dómin, men eftir hvat Ítróttarsosialurin hevur frætt, fáa gøtumenn ikki viðhald, og tí noyðist Sámal at vera áskoðari í morgin.

GÍ vann í fjør 4-1 á VB í Gøtu. Fyri tveimum árum síðani vann GÍ 1-0, og í 1995 vunnu gøtumenn 3-0 á Sumba/VB í Sarpisgerði. Í 1994 var VB ikki í 1. deild, men í 1993 taptu teir eisini í Gøtu, ta ferðina 1-0.

Sum vanligt er leygardag, skal 2. deild spæla, og øll tey tíggju liðini í næstbestu deildini skulu eisini á vøllin í dag. Í Klaksvík spæla KÍ og Royn, EB/Streymur skal í sínum fyrsta útidysti spæla móti B36 í Havn, LÍF fer yvir um til Gøtu at bjóða GÍ av, FS Vágar tekur ímóti HB, og í Runavík hittast NSÍ og B71.