Henda ljósa várdagin 5. mai eru orð fátæk. Havi júst fingið boðini, at Hinna fastir er sovnað burtur.
Tað er torført at skilja og góðtaka, at Hinna eftir stutta sjúkralegu skal vera farin inn um deyðans gátt. At eg ongantíð aftur skal kunna síggja og tosa við hana. Ongantíð aftur sita á bonkinum og bíða eftir, at hon var liðug at stákast og kom at seta seg.
Henda sterka, sjálvstøðuga kvinna lærdi tíðliga lívsins skuggasíður at kenna. Í besta aldri, við lívinum framman fyri sær, misti hon mannin og varð einsamøll um at uppala tvey børn.
Hóast mótburð og sorg, elskaði hon lívið og dugdi at síggja og virða tað góða í gerandisdegnum. Fyri 12 árum síðan møttust Hinna og Ludvík. Hesin dámligi maður bar ljós inn í heimið hjá Hinnu.
Hinnu havi eg kent alt mítt lív. Tað var bara at klúgva upp um garðin, so var hon har. Sum barn var hon ikki einans mín fastur. Hon var eisini omman hjá míni bestu vinkonu. Og so var hon so sera góð við lítlabeiggja sín, pápa mín. Og við okkum øll á garðinum.
Tað var so løgið við Hinnu. Jú eldri eg varð, yngri gjørdist hon. Eg kundi tosa við hana um alt og visti, at hon skilti meg. Vit gingu til føroyskan dans og høvdu mong onnur felags áhugamál.
Í dag leita mínir tankar aftur á góðu løturnar í urtagarðinum. Hon bíðaði ikki til ein annan dag, hon dugdi at njóta føroyska veðrið. Heingikoyggjan og madrassur vórðu tiknar úr úthúsinum. Kaffi og pannukøkur bornar niðan. So var summar í havanum hjá Hinnu.
Mót vári
Hví stúrir tú hjarta, móti vári,
tá sól vermir blómprýddan heim,
og gentan við rósum í hári
sæl droymir um lukku og gleim.
Tað er, tí eg hoyri lilju
teska so kvøldsligt eitt ljóð:
Sjá, fagrast eg eri av blómum,
men líkbleik og køld eins og snjó.
J. H. O. D.
Hesi trý árini í Grønlandi havi eg javnan fingið brøv og skóleistar sendandi frá henni. Hon skrivaði altíð fyrst um tey, ið høvdu nógv at týða fyri hana, børnini, ommubørnini, systkini. Og nú í seinastuni eisini um fittu langommudóttrina, ið hon var so stolt av. Fortaldi hvussu tey høvdu tað og hvat tey gjørdu. Síðani um, hvør var føddur og deyður. Løgið er tað, at seinasta brævið úr hennara hond er skrivað.
Tað er so nógv gott, ið Hinna hevur givið okkum øllum. Hvussu kunnu vit, ið kendu hana so væl, halda á fram við okkara lívi uttan hana á garðinum? Sera tómligt verður at koma heim og eingin Hinna fastir er í vindeyganum.
Hennara lívsgerningur var at vera til fyri síni og hjálpa teimum, ið høvdu hjálp fyri neyðini.
Hvørja ferð vit missa eitt menniskja, ið vit kenna frá barni av, verður eins egna lív fátækari. Soleiðis kennist dagurin í dag.
Góða Hinna, takk fyri alt. Við takksemi vil eg minnast teg og alt tú lærdi meg.
Góðu tit øll. Stórur verður saknurin. Jesus veri hjá tykkum.
Nita