Tá løgreglan í gjár hevði eitt ferðsluátak við skúlan í Trongisvági, varð eingin bót givin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
– Men løgreglan fekk eitt gott prát við fleiri fólk og gav nakrar átalur. Tað var millum annað fyri, at børn sótu við dasku á ryggini, meðan tey sótu íbundin í bilinum. Tað er ikki rætt. Og so var tað fyri, hvussu børnini vórðu sett av uttan at vera til ampa fyri onnur, sigur vaktleiðarin.
Um hálgvum fýratíðna var eitt lítið ferðsluóhapp í Havn, har ein bilur gleið og tók í ein annan bil.
Vaktleiðarin sigur – flestu havnarfólk løgdu til merkis gjáramorgunin – at tað var ræðuliga hált.
– Tíbetur vóru ikki so nógvar fráboðanir, men vit hava skilt, at fleiri kortini hava verið ein túr á sjúkrahúsi eftir at vera dottin, sigur vaktleiðarin.











