- Bæði Noreg, Svøríki, Týskland og Frakland eru farin at senda herfólk til Grønlands - eisini fyri at vísa samhuga við Danmark og Grønlandi. Myndin er av franska forsetanum, Emmanuel Macron

Franskir hermenn á veg til Grønlands

Í dag heldur franski forsetin, Emmanuel Macron, kreppufund um Grønland og Iran

- Bæði Noreg, Svøríki, Týskland og Frakland eru farin at senda herfólk til Grønlands - eisini fyri at vísa samhuga við Danmark og Grønlandi. Myndin er av franska forsetanum, Emmanuel Macron

Í nátt hevur franski forsetin, Emmanuel Macron, skriva á X, fyrrverandi Twitter, at fysti bólkurin av fronskum hermonnum er á veg til Grønlands.

 

Hermenninir skulu luttaka í einari venjing - Operation Arctic Endurance - sum Danmark og Grønland skipa fyri.

 

Franska tíðindastovan AFP var hin fyrsta, sum kunnaði um, at franski forsetin eisini hevur kallað inn til kreppufundar í dag at umrøða støðuna í Grønlandi.

 

Sum skilst, verður eisini tosað um støðuna í Iran, har nógv mótmælisfólk eru dripin, og uppaftur fleiri eru handtikin.

 

- Bæði Noreg, Svøríki, Týskland og Frakland eru farin at senda herfólk til Grønlands - eisini fyri at vísa samhuga við Danmark og Grønlandi.

 

Hetta skrivar tíðindastovan NTB í morgun, og her verður eisini víst til fronsku AFP-tíðindastovuna.

 

##med2##

 

 

 

- Bæði Noreg, Svøríki, Týskland og Frakland eru farin at senda herfólk til Grønlands - eisini fyri at vísa samhuga við Danmark og Grønlandi. Myndin er av franska forsetanum, Emmanuel Macron

Franski forsetin, Emmanuel Macron og grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen