Tey spara upp norðanfyri

Hóast ársúrslitið hjá Norðoya Sparikassa var eina knappa millión lægri enn í 1996, so er roknskaparliga gongdin betri í 1997. Útlánini vaksa og tað gera innlánini eisini, men í mun til teir stóru kappingarneytarnar »í Havn«, so vaksa innlánini lutfalsliga nógv skjótari í Norðoya Sparikassa

Norðoya Sparikassi hevur almannakunngjørt ársroknskapin og hann vísir eitt ársúrslit uppá knappar 8,7 mió. kr.

Tað má sigast verða stak gott úrslit og á ársfrágreiðingini verður eisini staðfest, at árið 1997 var eitt gott ár fyri Norðoya Sparikassa.

Har stendur millum annað at lesa, at útlitið áðrenn skatt var uppá 11,1 mió. krónur í 1997 móti 12,7 mió. krónum í 1996.

Orsøkin til hesa lítlu niðurgongd er, at virðisjavnan av lánsbrævagoymsluni hjá sparikassanum í 1997 gav eitt hall uppá umleið 4 mió. kr. móti einum vinningi uppá 0,3 mió. krónur í 1996.

At sparikassin hevur hall av virðisbrøvum í 1997 er einki óvanligt, tí tað skiftir ár frá ári.

Fyri at vísa, hvørt sparikassin hevur fingið nakað fíggjarligt avkast av lánsbrævagoymsluni ella ikki, so staðfestir leiðslan, at effektiva rentan av lánsbrævagoymsluni í 1997 var 5,1 prosent. og sammett við rentustøði í Føroyum, so er hetta rættiliga høgt.

Inntøkurnar økjast

Síðan tað stóru niðurgongdina í byrjanini av hesum ártíggjunum hava teir føroysku peningastovnarnir tikið seg upp aftur.

Inntøkurnar økjast ár um ár, og roynt verður av øllum alvi at stýra útreiðslunum, so tað endaliga úrslitið gerst betri og betri.

Og sigast má, at hesin »taktikkur« sær út til at eydnast.

Vøksturin í útlánum er ikki so ógvusligur, sum hann var fyrr, og tískil hava peningastovnarnir betri likviditet nú enn fyri nøkrum fáum árum síðan.

Í Norðoya Sparikassa eru inntøkurnar eisini vaksnar rættiliga fitt.

Netto rentu- og kostnaðarinntøkurnar eru øktar við 3,1 mió. krónum og tað svarar til ein øking uppá ikki minni enn 9,2 prosent.

Samstundis eru útreiðslurnar øktar við 1,2 mió. krónum, men henda øking svarar bara til 7 prosent, so her liggur eisini ein orsøk til eitt betri rakstrarúrslit.

Avskrivingarnar av fastari ogn, maskinum og innbúgvi eru hækkaðar eitt vet og eru nú 1 mió. krónur.


Burturleggingarnar minka

Í byrjanini av nítiárunum, tá kreppan var uppá tað hægsta vórðu føroysku peningastovnarnir noyddir til at gera stórar burturleggingar av útlánum.

Vandin fyri at kundarnir í peningastovnunum ikki megnaðu at gjalda lánini aftur var stórur, og tað vísti seg eisini at halda, tí nógv virkir eru farin av knóranum, samstundis sum nógv hús eru farin undir hamaran.

Í 1997 gjørdi Norðoyar Sparikassi burturleggingar fyri 3,1 mió. krónur og tað er á leið tað sama sum árið fyri.

Men í metingunum fyri framtíðina verður sagt í ársfrágreiðingini, at sum búskaparliga gongdin er í Føroyum í løtuni, so er væntandi at burturleggingarnar móti tapi verða lægri í 1998 enn í 1997.


Innlánini økt nógv

Útlánspolitikkurin hjá Norðoya Sparikassa er at lata neyðuga fígging til sethús og vinnulív í tann mun sparikassin metur tað verða trygt, sum tikið verður til í ársfrágreiðingini.

Í 1997 øktust útlánini við 4,8 prosentum úr 431 mió. krónum til 452 mió. krónur.

Hækkingin er munandi størri enn í 1996 tá útlánini bert øktust við 0,3 prosentum.

Hinvegin økjast innlánini nógv skjótari.

Í 1997 vuksu innlánini við 12,4 prosentum úr 554 mió. krónum til 623 mió. krónur.

Sammett við hinar peningastovnarnar er hetta ein nógv størri vøkstur.

Til sammetingar høvdu Føroya Banki og Føroya Sparikassi ein innlánsvøkstur uppá uml. 5 prosent í 1997.


Gott gjaldføri

Gjaldføri hjá Norðoya Sparikassa er sera gott.

Lógarkrøvini siga 15 prosent av stuttfreistaðu skyldum sparikassans ella 10 prosent av samlaðu ábyrgdarskyldum sparikassans. Hetta svarar til ávikavíst 29 og 63 mió. krónur.

Her er eingin neyð, tí gjaldføri sparikassans var við útgangin av 1997 heilar 306 mió. krónur.

Solvensurin er løkkaður við uml. 5 prosentum og er nú 36 prosent, men tá lógin krevur 8 prosent, so er Norðoya Sparikassi gott og væl røttu megin.

Eginognin hjá Norðoya Sparikassa var við ársenda í 1997 137 mió. krónur og roknskapurin javnvigar við 772 mió. krónum.


Lokalur peningastovnur

Ognarviðurskiftini í Norðoya Sparikassa eru soleiðis háttað, at hann er ein sjálveigandi stovnur og hvørki stovnarar ella onnur eru ánarar av peningaogn ella avlopi sparikassans.

Úrslitið í 1997 verður tískil lagt afturat eginognini frá 1996.

Av samlaðu upphæddini verða 1,5 mió. krónur lagdar í gávugrunnin, meðan restin 134 mió. kr. verða fluttar til næsta ár.

Virkisøki hjá Sparikassanum er Norðoyggjar og Leirvík.

Í 1997 taldist sparikassin millum teirra, sum tóku undir við verkætlanini Atlantis og leiðslan í Sparikassanum fegnast í dag um, at mentunarhúsið í dag er ein snotuligur, vælvirkandi og ítøkiligur veruleiki.

Vit kunnu leggja afturat, at Norðoya Sparikassi eisini er uppi í vinnulívinum í Norðoyggjum á tann hátt, at teir eiga Norðoya Grunnin, sum eigur flakavirkið á Kósini.

Tá virkið varð keypt, átti grunnurin umleið ein triðing av partapeninginum, men síðan hvur hann keypt partapeningin frá øðrum eigarum og eigur nú meirilutan í virkinum.