Vit fingu eina sjálvstýrissamgongu

Leygardagin klokkan 11 var freistin, sum løgtingsformaðurin hevði givið Anfinni Kalsberg, samráðingarleiðara, runnin og innan tað tíð skuldi hann hava skipað samgongu, ella mátti hann geva formanninum boð um, at tað ikki var eydnast honum at finna ein meiriluta. Men, hóast klokkan var farin nakrar minuttir yvir 11, so eydnaðist tað kortini

Vit hava fingið eina nýggja samgongu og eitt nýtt samgonguskjal, men alt arbeiði við at skipa samgongu er ikki liðugt enn, minni enn so.

Tá tíðarfreistin var runnin fyrrapartin leygardagin, var tað einasta Anfinn Kalsberg kundi boðað fráfarandi løgtingsformanninum frá, at tað var eydnast honum at skipa samgonu millum Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldisflokkin.

Tá samgonguskjalið varð undirskrivað høvdu politikararnir samráðst í næstan eitt døgn í eitt koyr, og tí valdi Anfinn Kalsberg at senda fólk til hús, so at tey kundu sleppa at hvíla seg áðrenn samráðingarnar um málsøki, landsstýrisumboð og løgtingsnevndir vórðu tiknar upp aftur mánamorgunin klokkan 10.00.


Øðrvísi samráðingar

Eftir valið, sum var 30. apríl, skuldi samgonga skipast eftir reglunum í nýggju stýrisskipanini.

Fyrr hevur verið siður, at formaðurin í størsta flokkinum á tingið eftir valið fyrst fekk høvið at royna at skipa samgongu og hetta hevði ofta við sær, at samráðingarnar ofta tóku sera langa tíð.

Tá valini vóru í november mánað, so var meira sjáldan at samgonga var skipað áðrenn jól. Heldur var tað so, at tað var komið nakað inn í nýggja árið, áðrenn nýtt landsstýrið var valt.

Soleiðis var skilið eisini eftir seinasta val. Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum brúkti meir enn tveir mánaðir at skipa samgongu. Fyrst samráddist hann við Fólkaflokkin í langsamiliga tíð, og síðani við Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin í nakrar dagar áðrenn tað bar til.

Nú er hesin møguleikin ikki til longur.

Nýggja stýrisskipanin gevur - uttan at fara í smálutir - løgmanni nakrar dagar at royna at skipa samgongu, men megnar hann ikki tað, so verður formansrunda hjá tingformanninum, sum endar við, at hann útpeikar ein nýggjan samráðingarleiðara.


Anfinn Kalsberg

fekk meiriluta

Tá formansrundan hevði verið, heitti fráfarandi tingformaðurin, Jógvan I. Olsen, á Anfinn Kalsberg um at gera eina roynd at skipa samgongu.

Anfinn Kalsberg staðfesti longu valkvøldið, at Føroya fólk hevði valt at broytingar skulu gerast í framtíðar samstarvinum við danir, serliga á tí ríkisrættarliga økinum.

Og tað var út frá hesum, hann kallaði inn til samráðingarnar.

Tjóðveldisflokkurin, sum eins og Fólkaflokkurin hevur 8 mans, varð biðin um at koma til samráðingarborðið og tað var Sjálvstýrisflokkurin eisini .


Gekst striltið

at fáa gongd á

Hóast allir hesir tríggir flokkar hava í stevnuskránni, at Føroyar skal gerast eitt sjálvsøðugt land, so eru teir ymiskir á málið, um hvussu farast skal fram.

Fílast skuldi av í øllum borðum og tað tekur tíð.

Men tað var nú ikki hesin spurningurin, sum fyrst gav trupulleikar.

Tjóðveldisflokkurin vildi hava leiðsluspurningin avgreiddan fyrst, og gjørdi greitt, at teir sum størsti flokkur eftir teirra meitan áttu løgmann.

Fólkaflokkurin var ikki samdur í hesi tulking. Anfinn Kalsberg var jú útnevndur samráðingarleiðari og tískil átti hann løgmanssessin.

So stóð fast á fyrsta sinnið, og tað tók drúgva tíð at fáa henda spurningin av vegnum.


Uttanríkisráðharrin hjálpti

Givið er, at Tjóðveldisflokkurin vildi hava løgmann, tí tað er hann sum umsitur ríkisviðurskiftini við danir.

Skulu Føroyar skipast sum sjálvstøðug tjóð, so skal løgmaður samráðast við danir.

Og tó.

Tí har kom ein salomonisk loysn á hesi trætuni, sum hevði við sær, at Tjóðveldisflokkurin fær ein »uttanríkisráðharra«. Hesin kemur saman við løgmanni at hava samráðingarrættin við danir og henda loysn gjørdi óiva sítt til, at Tjóðveldisflokkurin svølgdi at Fólkaflokkurin fær løgmann.


...so kom glið á

Tá hesin spurningurin var loystur, tók Anfinn Kalsberg soleiðis til at nú kundu flokkarnir fara undir realitetssamráðingarnar og at gera eitt samgonguskjal.

Men enn vóru nógv sker, sum samráðingarleiðarin skuldi sigla rundanum.

Flokkarnir eru sera ymiskir á nógvum økjum.

Serliga eru tað Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, sum hava ymiskar áskoðanir. Fólkaflokkurin er borgarligur flokkur og Tjóðveldisflokkurin sosialistiskur flokkur - ella í hvussu er vinstrumegin miðjuna í føroyskum politikki.

Tað er serliga tá tað kemur til búskaparpolitikkin hesir munir koma til sjóndar, men eisini á tí ríkisrættarliga vóru avvíkingar, sum skuldu mýkjast.


Anfinn stóð við sítt

Hóast tað onkuntíð sá út til at samráðingarnar fóru at slitna, so vinglaði samráðingarleiðarin ikki.

Hann hevði sett sítt álit á eina sjálvstýrissamgongu og tí helt hann fram.

Náttina til leygardagin sá eina løtu út til at standa púra fast.

Tjóðveldisflokkurin vildi hava juridiskan »ryggdekning« fyri onkrari orðing í samgonguskjalinum og ikki fyrr enn klokkan leið ímóti fimm leygarmorgunin fóru menn aftur til samráðingarborðið.

Tá tyktist harafturímóti rættiligt glið verða komið á, og tá klokkan var hálvgun sjey fóru flokkarnir hvør til sín at lesa skjalið ígjøgnum.

Sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldisflokkurin góðtóku skjalið rættiliga skjótt, men verri gekk við Fólkaflokkium.

Onkrar orðingar, serliga á pensjónsøkinum vóru eftir øllum at døma ikki nóg greiðar og tískil skuldi okkurt broytast.


Tíðin gjørdist knøpp

Tíðin var nú av álvara farin at sansa at. Klokkan var vorðin so nógv, at bert ein tími var til Anfinn Kalsberg skuldi boða tingformanninum frá hvørt tað var eydnast honum at finna eina samgongu - og enn var einki samgonguskjal.

Tíðindafólkini í gongini á Gamla apotekið høvdu ikki ánisli av um tað fór at gerast egg ella ungi og einki nyttaði at spyrjað samráðingarleiðaran.

Einasta svar hann gav var, at hann seldi ikki skinnið fyrr enn bjørnin var skotin.

Menn so glapp kortini og tá samráðingarumboðini komu út úr fíggjarnevndarhølunum fyri seinastu ferð, beint fyri klokkan 11, var greitt, at flokkarnir vóru samdir um samgonguskjalið og klokkan fimm minuttir yvir ellivu skrivaðu Anfinn Kalsberg, Helena Dam á Neystabø og Heini O. Heinesen undir samgonguskjalið.

Sjálvstýrissamgongan var skipað ....