Loni Anderson deyð

Loni Anderson avmyndað, tá hon var í hæddini í áttatiárunum

Loni Anderson doyði í gjár, eftir langa sjúkralegu.

 

Hetta vita útlendskir miðlar at siga.

 

Loni Anderson doyði á sjúkrahúsi í Los Angeles.

 

Hon gjørdist sera kend í áttatiárunum, tá hon var við í skemtiligu sjónvarpsrøðini WKRP in Cincinnati, sum á donskum nevndist Halløj i æteren. Røðin var send seinast í sjeytiárunum og fyrst í áttatiárunum.

 

Í røðini spældi hon Jennifer, ið var í móttøkuni á útvarpsstøð í Ohio, ið royndi at klára seg í hørðu kappingini um lurtarar. Klóka og vakra Jennifer var ikki bangin fyri at brúka útsjónd sína fyri at fáa sítt ígjøgnum.

 

Seinni spældi hon saman við stóru stjørnuni Burt Reynolds í filminum Stroker Ace. Tey gjørdust væl, og giftust. Eftir fimm ára hjúnalag, fóru tey hvør til sítt í 1994.

 

##med2##

 

Hjúnaskilnaðurin var harður, og miðlar fylgdu væl við. Tað endaði ikki, fyrr enn Reynolds játtaði at gjalda Loni Anderson 234.794 dollarar.

 

Eftir Loni Anderson sita maðurin Bob Flick, børnini Deidra og Quinton, og ommubørn.

 

Loni Anderson andaðist fáar dagar fyri sín 80 ára føðingardag.

 

Loni Anderson avmyndað, tá hon var í hæddini í áttatiárunum