Alguinnrás á Skálafjørðinum

Bæði alibrúkini Luna og Bakkafrost eru rýmd av Skálafjørðinum, tí alga hevur gjørt seg inn á laksin. Talan er helst um nýtt slag av algu. Eisini í Noregi og Danmark hevur nógv alga herjað seinastu tíðina

Mánadagin fóru teir at sleipa ringarnar út av Skálafjørðinum og út á Nes, og í gjár vóru teir lidnir. Tað eru bert tvey alibrúk á Skálafjørðinum og eru tey Luna og Bakkafrost.

Atli Gregersen, stjóri í Luna, sigur, at talan er um eina nýggja algu. Tann kenda var reyð og gul á liti, men liturin á hesi minnir meiri um litin á eini ølfløsku, myrkari.


Mist 15 tons

Luna hevur fýra aliringar við tilsamans 800 tonsum av laksi, og Atli Gregersen metir, at teir hava mist eini 15 tons, so talan er ikki um nakra katastrofu, sum hann málber seg.

Men tað er ikki bert í Føroyum at algan er farin at herja. Tey sum hava fylgt við í donsku og norsku loftmiðlunum hava eisini hoyrt um, hvussu stóran skaða alga hevur gjørt í hesum londum.


Nógv alga í sjónum

Eitt norskt flogfar var farið á kanningarferð og hevði tikið myndir av stórum blettum av algu í sjónum millum Hetland og Noregi.

Stundir vóru ikki at fáa nakra viðmerking frá Fiskirannsóknarstovuni, áðrenn blaðið fór til prentingar, og heldur ikki frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.