Vendsyssel FF endaði triðovast í grundspælinum

Ari Olsen fekk enn ein sigur við liði sínum í dag

Ari Olsen var aftur við frá dystarbyrjan hjá Vendsyssel FF, ið spældi seinasta dystin í grundspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Í dag vann Vendsyssel greiðan 3-0 sigur á heimavølli móti FC Roskilde, ið hava verið gírigir við spælitíð til Hørð H. Askham. Men í dag var Hørður við frá dystarbyrjan, og hann fekk 76 minuttir á vøllinum. 

 

Adam Vendelbo í fyrra hálvleiki, Magnus Munck við brotssparki og Steven Simpson í seinna hálvleiki syrgdu fyri málunum hjá heimaliðnum. 

 

Í seks dystum hevur Ari fýra sigrar og tveir javnleikir við Vendsyssel í hesum árinum.

 

Vendsyssel endar triðfremst í grundspælinum við 41 stigum. Roskilde endar fjórðfremst við 35 stigum. Bæði liðini fara at kappast um uppflyting í ovara endaspælinum.