leikunum. Orsøkin til, at russiskir íðkarar hava verið útihýstir og møguliga verða tað aftur, er, at altjóða felagsskapurin ímóti doping, WADA, hevur avdúkað Russland í at hava verið við til at ment eina dopingætlan [...] av teimum, ið var við til at avdúka russiska svikið, og honum dámar lítið, at russisku myndugleikarnir framhaldandi siga seg einki kenna til, at teir skulu hava verið við til at svikað. - Russararnir gera [...] lagt seg út í stríðið. Hann ákærir USA fyri at leggja trýst á altjóða leikanevndina, IOC, at fáa hana at útihýsa russisku íðkarunum. McLaren metir heldur ikki, at hesar ákærur eru til fyrimuns fyri Russland
ð um at Jóan Símun skal seljast til eitt útlendskt felag er eisini tí at umboðsmaður hansara hevur merkt stóran áhuga úr útlondunum, og at hann er sannførdur um, at tað skal fara at eydnast. - At tað so [...] Brøndby Um orsøkina til at felagið ikki valdi at selja Jóan Símun í gjár, sigur Jesper Hansen, at Jóan Símun sjálvur hevur eitt brennandi ynski um at sleppa uttanalands, og at hetta allatíðina hevur verið [...] púra vist, at hann ikki heldur fram í danska felagnum, har hann hevur spælt seinastu tvey árini. Flytingargluggin í donskum fótbólti lat aftur í gjárkvøldið, og hóast tað var møguleiki fyri, at føroyski
hann. Jónsvein Thomsen sigur, at hann ætlar at brúka peningin uppá at rinda lánið til húsnini, soleiðis at hann verður skuldarfríur. Eisini ætlar hann at halda á fram við at spæla lotto javnan. [...] fríggjadagin at døma ein fótbóltsdyst, greiðir hann frá. Hann sigur, at hann plagar at spæla lotto av og á, so hann keypti seðilin, sum so mangan fyrr. Jónsvein Thomsen visti ikki av, at tað var hann, [...] greiðir hann frá. Spurdur um, hvussu hann hevur tað nú, at tað er staðfest, at tað er hann sum er hepni vinnarin, sigur hann at hann er ómetaliga glaður -Eg havi ikki fatað tað enn, haldi eg. Eg eri ótrúliga
bangin fyri, at príshækkingin hjá Posta kann føra til, at onkur annar fer at bera bløð og lýsingar út í miðstaðarøkinum, og at útjaðarin verður við sviðusoð. Rigmor Dam heldur, at tað var skeivt at gera Posta [...] fegin um, at ætlaði miðlastuðulin til føroysku bløðini skal fella í fóðrið hjá partafelagnum Posta. – Eg kann illa góðtaka, at monopolfyritøkan Posta fer avstað við miðlastuðlinum og fari at taka málið [...] Hon sigur, at her má finnast ein loysn, tí hetta verður óiva banin hjá føroysku avísunum. – Og tað er avgjørt ikki í tráð við samgonguskjalið, har vit lovaðu at styrkja privatu miðlarnar fyri at tryggja
Fyrr í dag fanst Jónleif Johannesen at álitinum fyri ikki at hava í huga, at næmingar úr Sandoy mugu ferðast til Havnar fyri at kunna taka 10. flokk, um tilmæli at skipa nýggjar eindir verður gingið á [...] niðurstøðu í bólkinum, at um mann skuldi hava færri eindir, so upplagt, at ein liggur í Havn og at Sandoyggin er við har. Tað eru longu fleiri næmingar í Sandoynni, sum til dømis ferðast norð at ganga í Hoydølum [...] - Vit tosaðu um møguleikan at varðveita 10. flokk á Sandoynni og so leggja tað í eindina í Havn tá tunnilin kemur, men vit valdu ikki at koyra tað í álitið. Tað sigur Vagn Foldbo, ið var formaður í bólkinum
ókeypis. Borgarstjórin heldur, at kanska fer vinnan at brúka tunnilin nógv, hóast tað sær út til, at nógv framleiðsla sum frá líður fer at verða avskipað í Runavík. - Men, vit kalkulera kortini við øktari [...] Vit fara so vítt gjørligt at royna at leggja tungu ferðsluna burtur frá miðbýnum og at avlasta teir vegir, sum longu nú hava langar bíðirøðir hvønn dag. Annika Olsen vísir á, at Eysturoyartunnilin verður [...] skotið upp eitt alternativ til ætlaða innkomuvegin við at gera tunnil av Hvítanesi í Krákugjógv. Borgarstjórin heldur, at á henda hátt slepst undan at leggja innkomuvegin gjøgnum túnini hjá fólki og oyðileggja
dopingeftirlitið, at ymiskir faldarar, skelti og annað verður at síggja í teimum tilsamans fýra miðstøðunum, sum Vælvera eigur og rekur. - Hetta er fyri at gera limirnar varugar við, at vit eru ímóti doping [...] Rune Petersen, sum leggur afturat, at Vælvera Fitness eisini ætlar at upplýsa serliga teir ungu menninar um vansarnar við at brúka doping.
- Tað er eingin loyna, at tað finnast ungir dreingir í Føroyum [...] fyri skjótari at kunna fáa tann kroppin, teir ynskja, men vit sum venjingarmiðstøð ynskja ikki at vera partur av slíkum, sigur Rune Petersen. Nýggja samstarvsavtalan hevur við sær, at danska dopingeftirlitið
tíðansheldur venda við og eru nú at veg til Bergen at bíða eftir betri líkindum. Tað er bæði nógvur vindur, samstundis sum at tað rýkur so illa, at teir hildu ikki stand at halda vøllin reinan. Talan er um [...] Keypmannahavn í kvøld. Rasmus Niclasen sigur, at ein stórur trupulleiki í hesum sambandi, er, at Landsverk gevst at grava klokkan 21 í kvøld, so vandi er fyri, at ferðafólkið sleppur ikki av vøllinum, hóast [...] flogfarið úr Billund og eitt leiguflogfar hjá Atlantsflog. Rasmus Niclasen í Atlatntsflogi sigur, at ætlanin er at royna aftur seinni í kvøld, men støða verður tikin til tað nakað seinni út á dagin. Tá verður
arbeiðinum í 2011, at ongar viðmerkingar fylgja við uppskotinum, men at tað ikki er nakar trupulleiki at viðhefta viðmerkingar til uppskotið, um undirtøka er fyri tí. Løgmaður brúkti eisini høvi at senda eina [...] afturvísti løgmaður, at uppskotið ikki er nóg gott fyrireikað. - Eg haldi ikki tað er rætt, at tað ikki er gjøgnumarbeitt. Tað er væl og virðiliga gjøgnumarbeitt. Eg haldi eisini, at ígildiskomureglarnar [...] r eru eitt sindur fløktar, men ikki soleiðis, at man ikki kann yvirskoða tær, segði løgmaður við Kringvarpið. Løgtingsumsitingin finst millum annað at, at ongar serligar viðmerkingar eru til uppskotið
til at gera breiðu semjuna til veruleika, so verður tað seinur dagur, at hetta fer at eydnast. Og hon heldur fram: – So míni boð til Magna Laksafoss og Sambandsflokkin og onnur úr andstøðuni eru, at vit [...] eru jú samd um tað mesta m.a., at nýggja lóggávan eigur at vera: lívfrøðilig, búskaparlig og samfelagslig burðardygg. Vit eru eisini samd um: – at tann, sum fær rætt at gagnnýta okkara felags tilfeingi [...] rinda tilfeingisgjald, og at tilfeingisgjaldið skal vera marknaðargrundað. – at fólk og fyritøkur úr øllum Føroyum, sum hava dirvi, skulu kunna sleppa framat í vinnuni. – at fiskurin í sjónum ikki kann