- Vit tosaðu um møguleikan at varðveita 10. flokk á Sandoynni og so leggja tað í eindina í Havn tá tunnilin kemur, men vit valdu ikki at koyra tað í álitið.
Tað sigur Vagn Foldbo, ið var formaður í bólkinum, sum handaði Rigmor Dam álitið um enduskipan av 10. flokki.
Fyrr í dag fanst Jónleif Johannesen at álitinum fyri ikki at hava í huga, at næmingar úr Sandoy mugu ferðast til Havnar fyri at kunna taka 10. flokk, um tilmæli at skipa nýggjar eindir verður gingið á møti.
Les eisini: Skulu varðveita 10. flokk í Sandoy
Vagn Foldbo sigur, at tað er eisini ein møguleiki, sum Jónleif Johannesen vísir á, at hava eitt øðrvísi 10. floks tilboð í Sandoy, men tað er ein politisk avgerð, ið krevst um tað skal gerst.
- Vit komu til tað niðurstøðu í bólkinum, at um mann skuldi hava færri eindir, so upplagt, at ein liggur í Havn og at Sandoyggin er við har. Tað eru longu fleiri næmingar í Sandoynni, sum til dømis ferðast norð at ganga í Hoydølum, so tað er roynt áður, sigur Vagn Foldbo.
Vagn Foldbo undrast eisini á, at Jónleif Johannesen bert viðmerkir eitt tilmæli úr álitinum tá tað tilsamans vórðu fimm tilmælir.
- Um tað merkir, at hann er nøgdur við hini, so er tað positivt, sigur Vagn Foldbo.