Posta skal aftur vera almennur stovnur, heldur landsstýriskvinna
Rigmor Dam, mentamálaráðfrúa, er ikki fegin um, at ætlaði miðlastuðulin til føroysku bløðini skal fella í fóðrið hjá partafelagnum Posta.
– Eg kann illa góðtaka, at monopolfyritøkan Posta fer avstað við miðlastuðlinum og fari at taka málið upp í landsstýrinum, sigur Rigmor Dam.
Hon sigur, at her má finnast ein loysn, tí hetta verður óiva banin hjá føroysku avísunum.
– Og tað er avgjørt ikki í tráð við samgonguskjalið, har vit lovaðu at styrkja privatu miðlarnar fyri at tryggja fjølbroytni. Vit skulu hava aðrar miðlar, sum kunnu standa upp ímóti Kringvarpinum. Alt gott um Kringvarpið, men tey skulu hava kapping og mótspæl frá privatum miðlum, sigur hon.
Landsstýriskvinnan vísir á, at uppgávan hjá Posta er at bera post út í hvønn krók í landinum.
– Og tað skal kosta tað sama, um tað er ein pakki til Hattavíkar ella til eitt pláss í miðstaðarøkinum. Posta er ein partur av almenna undirstøðukervinum í landinum, sum hevur veitingarskyldu til alt landið.
Hon er bangin fyri, at príshækkingin hjá Posta kann føra til, at onkur annar fer at bera bløð og lýsingar út í miðstaðarøkinum, og at útjaðarin verður við sviðusoð.
Rigmor Dam heldur, at tað var skeivt at gera Posta til eitt partafelag, og tí heldur hon, at partafelagið Posta skal avtakast og Posta gerast aftur til ein almennan stovn.