Jóan Símun Edmundsson hevur einans sáttmála við OB fram til í summar, og tað tykist púra vist, at hann ikki heldur fram í danska felagnum, har hann hevur spælt seinastu tvey árini.
Flytingargluggin í donskum fótbólti lat aftur í gjárkvøldið, og hóast tað var møguleiki fyri, at føroyski landsliðsleikarin skuldi fáa nýtt felag, so bleiv tað ikki til nakað á hesum sinni.
Les eisini: Jóan Símun skilir ikki avgerðina
Tað vóru tó fyrispurningar bæði úr donskum feløgunum og einum turkiskum. Hetta váttar ítróttarstjórin í OB, Jesper Hansen, fyri heimasíðuni hjá felagnum.
Jesper Hansen vísir á, at tað eru lond, har flytingargluggin framvegis ikki er latin aftur, og tískil tykist hann ikki heilt vísa aftur, at Jóan Símun hóast alt verður seldur.
Les eisini: Jóan Símun upp á tal í Brøndby
Um orsøkina til at felagið ikki valdi at selja Jóan Símun í gjár, sigur Jesper Hansen, at Jóan Símun sjálvur hevur eitt brennandi ynski um at sleppa uttanalands, og at hetta allatíðina hevur verið útgangsstøðið.
Útgangsstøðið um at Jóan Símun skal seljast til eitt útlendskt felag er eisini tí at umboðsmaður hansara hevur merkt stóran áhuga úr útlondunum, og at hann er sannførdur um, at tað skal fara at eydnast.
- At tað so koma donsk felag í allarevstu løtu broytir ikki tað útgangsstøðið, sum allatíð hevur verið, sigur Jesper Hansen, ítróttarstjóri, við ob.dk.










