Tað órógvar ikki Aksel V. Johannesen, løgmann, tað minsta, at umsitingin hjá løgtinginum, hevur mælt til at vísa uppskotið til stjórnarskipan burtur, tí tað stríðir við tingskipanini og ikki er nóg gott gjøgnumarbeitt.
Við Kringvarpið á middegi afturvísti løgmaður, at uppskotið ikki er nóg gott fyrireikað.
- Eg haldi ikki tað er rætt, at tað ikki er gjøgnumarbeitt. Tað er væl og virðiliga gjøgnumarbeitt. Eg haldi eisini, at ígildiskomureglarnar eru eitt sindur fløktar, men ikki soleiðis, at man ikki kann yvirskoða tær, segði løgmaður við Kringvarpið.
Løgtingsumsitingin finst millum annað at, at ongar serligar viðmerkingar eru til uppskotið, men sambært løgmanni, so er tað eftir ynski frá flokkunum, ið vóru við í arbeiðinum í 2011, at ongar viðmerkingar fylgja við uppskotinum, men at tað ikki er nakar trupulleiki at viðhefta viðmerkingar til uppskotið, um undirtøka er fyri tí.
Løgmaður brúkti eisini høvi at senda eina heilsan til tingfólk, nú umsitingin sigur uppskotið til stjórnarskipan er í stríð við tingskipanina.
- Man má minnast til, at tingskipanin er ikki ein yvirlóg. Tað er ein tingskipan, ið løgtingið hevur gjørt til løgtingið, og sum løgtingið kann víkja frá. Tað valdi løgtingið at gera aftri í 2010, og so er tað upp til løgtingið nú, um tað framvegis hava somu áskoðan, at uppskotið ikki skal hava viðmerkingar, segði løgmaður.