Samgonga og Samband kunnu skriva søgu

Forkvinnan í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum mælir til, at samgongan og Sambandsflokkurin semjast um fiskivinnunýskipanina

Forkvinnan í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum mælir nú til, at Sambandsflokkurin og samgongan gera semju um fiskivinnunýskipanina.

 

– Partarnir, serliga samgongan og Sambandsflokkurin, hava ongantíð verið nærri einari semju enn júst nú. Ber tað ikki nú til at gera breiðu semjuna til veruleika, so verður tað seinur dagur, at hetta fer at eydnast.

 

Og hon heldur fram:

 

– So míni boð til Magna Laksafoss og Sambandsflokkin og onnur úr andstøðuni eru, at vit gera arbeiðið liðugt og finna semjuna, Vit eru jú samd um tað mesta m.a., at nýggja lóggávan eigur at vera: lívfrøðilig, búskaparlig og samfelagslig burðardygg.

 

Vit eru eisini samd um:

 

– at tann, sum fær rætt at gagnnýta okkara felags tilfeingi, skal rinda tilfeingisgjald, og at tilfeingisgjaldið skal vera marknaðargrundað.

 

– at fólk og fyritøkur úr øllum Føroyum, sum hava dirvi, skulu kunna sleppa framat í vinnuni.

 

– at fiskurin í sjónum ikki kann gerast privat ogn hjá einstaklingi ella fyritøku.

 

– Hetta er størsta og týdningarmesta mál í føroyskum politikki í nógv Harrans ár. Tað nyttar einki at útseta avgerðirnar – tað hevur verið gjørt nú í tíggju ár – og tað skapar hvørki tryggar karmar ella møguleikar at leggja fiskiskap til rættis frameftir. Tað skapar bara enn meira óvissu. Øll eygu eru nú vend móti okkum lóggevarum, um vit eru uppgávuna vaksin.

 

Lesarabrævið hjá Helenu Dam á Neystabø kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER