Tað var Jónsvein Thomsen á Sandi, sum dagliga starvast í aluvinnuni hjá Marine Harvest, sum vann lítlu milliónina í vikuskiftinum.
Hann keypti lottoseðilin í eini handavending í Effo støðini á Sandi, tá hann var á veg til Havnar fríggjadagin at døma ein fótbóltsdyst, greiðir hann frá.
Hann sigur, at hann plagar at spæla lotto av og á, so hann keypti seðilin, sum so mangan fyrr. Jónsvein Thomsen visti ikki av, at tað var hann, sum var hepni vinnarin fyrr enn hann las greinina Milliónvinningur til Sands á info fyrr í dag. Hann setti seg í samband við svág sín, sum fekk kannað tølini fyri hann á netinum, og tað vísti seg so, at hann av røttum átti hepni tølini.
Svágur Jónsvein mátti endurtaka tølini nakrar ferðir, áðrenn Jónsvein veruliga vildi trúgva, at hann hevði vunnið peningin, greiðir hann frá.
Spurdur um, hvussu hann hevur tað nú, at tað er staðfest, at tað er hann sum er hepni vinnarin, sigur hann at hann er ómetaliga glaður
-Eg havi ikki fatað tað enn, haldi eg. Eg eri ótrúliga glaður og vildi spýggja og alt tá eg fekk boðini nú um 16 tíðina, sigur hann.
Jónsvein Thomsen sigur, at hann ætlar at brúka peningin uppá at rinda lánið til húsnini, soleiðis at hann verður skuldarfríur. Eisini ætlar hann at halda á fram við at spæla lotto javnan.










