Í Eysturoy verður roknað við, at ferðslan til og úr Havnini fer at økjast munandi, tá Eysturoyartunnilin letur upp um ársskiftið 2019/ 2020.
Er hetta nakað, sum borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, eisini roknar við?
- Eg trúgvi neyvan, at talið av bilum verður so nógv størri fyri tað, um tunnilin undir Tangafirði kemur. Ivasamt er eisini, hvussu nógv fólk fara at koyra meira, tí tað verður ikki ókeypis.
Borgarstjórin heldur, at kanska fer vinnan at brúka tunnilin nógv, hóast tað sær út til, at nógv framleiðsla sum frá líður fer at verða avskipað í Runavík.
- Men, vit kalkulera kortini við øktari ferðslu. Vit fara so vítt gjørligt at royna at leggja tungu ferðsluna burtur frá miðbýnum og at avlasta teir vegir, sum longu nú hava langar bíðirøðir hvønn dag.
Annika Olsen vísir á, at Eysturoyartunnilin verður dýrur fyri Havnina, tí stórarbeiði skulu gerast í sambandi við innkomuvegin. Byggjast skulu vegir, frákoyringar, parkeringsøki og annað.
- Tá tunnilin verður liðugur, standa vit helst eftir við rokningini fyri trygdina eisini. Eg havi tí skotið upp eitt alternativ til ætlaða innkomuvegin við at gera tunnil av Hvítanesi í Krákugjógv.
Borgarstjórin heldur, at á henda hátt slepst undan at leggja innkomuvegin gjøgnum túnini hjá fólki og oyðileggja ein part av vakstrarøkinum hjá høvuðsstaðnum ovast uppi í Hoyvíkini.