Í annaðkvøld verður tað væntandi avgjørt, um russiskir íðkarar sleppa við til vetrarleikirnar í Pyeongchang, Suðurkorea, komandi ár, ella um teir – eins og teir lutvíst vórðu í summarleikunum í fjør – verða útihýstir frá leikunum.
Orsøkin til, at russiskir íðkarar hava verið útihýstir og møguliga verða tað aftur, er, at altjóða felagsskapurin ímóti doping, WADA, hevur avdúkað Russland í at hava verið við til at ment eina dopingætlan undan vetrarleikunum í Sochi í 2014.
Richard H. McLaren, professari, var ein av teimum, ið var við til at avdúka russiska svikið, og honum dámar lítið, at russisku myndugleikarnir framhaldandi siga seg einki kenna til, at teir skulu hava verið við til at svikað.
- Russararnir gera sína egnu støðu verri. Tað kann merka, at revsingin verður enn harðari, um teir framhaldandi nokta seg sekar. Eg skilji ikki framferðarháttin hjá teimum, tá ið teir siga at tað ongantíð er hent, sigur McLaren samrøðu við Ritzau.
Eisini russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur lagt seg út í stríðið. Hann ákærir USA fyri at leggja trýst á altjóða leikanevndina, IOC, at fáa hana at útihýsa russisku íðkarunum. McLaren metir heldur ikki, at hesar ákærur eru til fyrimuns fyri Russland.
Vetrarleikirnir í Suðurkorea verða 9. til 25. februar næsta ár. IOC væntast at koma við einari niðurstøðu um luttøkuna hjá russisku íðkarunum í annaðkvøld.