Ólag á flogferðsluni: Tvey flogfør vendu aftur

Floglíkindini eru vánalig og tvey flogfør eru vend við, tí tey fingu ikki sett seg.

Nú er flogferðslan eisini løgd lamin í óveðrinum í dag - í hvussu so er fyribils.

 

Tvey flogfør hava hingið uppi yvir Føroyum í eina góða løtu nú seinnapartin, men tey fingu ikki sett seg og máttu tíðansheldur venda við og eru nú at veg til Bergen at bíða eftir betri líkindum. Tað er bæði nógvur vindur, samstundis sum at tað rýkur so illa, at teir hildu ikki stand at halda vøllin reinan.

 

Talan er um flogfarið úr Billund og eitt leiguflogfar hjá Atlantsflog.

 

Rasmus Niclasen í Atlatntsflogi sigur, at ætlanin er at royna aftur seinni í kvøld, men støða verður tikin til tað nakað seinni út á dagin. Tá verður eisini støða tikin til, hvussu verður við flogfarinum, sum eftir ætlan skal koma úr Keypmannahavn í kvøld.

 

Rasmus Niclasen sigur, at ein stórur trupulleiki í hesum sambandi, er, at Landsverk gevst at grava klokkan 21 í kvøld, so vandi er fyri, at ferðafólkið sleppur ikki av vøllinum, hóast flogførini skuldu lent.

 

Skuldi Atlantsflog komið í ta støðuna, verður tað ein avbjóðing at finna útav, hvat skal verða av ferðafólkunum til hann blíðkar veðrið aftur, sigur hann.

 

Hann sigur, at Atlantsflog hevur eina ferð áður verið í hesi støðuni, men tá varð heitt á Landsverk um at grava, tá ið flogfarið hevði sett seg, og tað varð gjørt, so at øll sluppu hagar tey høvdu ætla sær.