Norðurlendskur fundur á Búnaðarstovuni

Búnaðarstovan vertur fyri vitjan av stýrunum fyri ávikavist Nordisk Genressourcecenter, NordGen, SamNordisk Skogsforskning, SNS, og Nordisk komité for jordbruks- og matforskning, NKJ.

Kongaríkið Danmark hevur í 2026 formansskapin fyri Norrøna Ráðharraráðnum, og Føroyar og Danmark býta hesa uppgávuna sínámillum.

 

Búnaðarstovan skrivar, at arbeiðið í Norrøna Ráðharraráðnum er skipað í ymisk ráðharraráð ella samstarvsøki, har eitt av hesum nevnist Nordisk Ministerråd for Fiskeri, Havbrug, Jordbrug, Levnedsmidler og Skovbrug og undir hesum eru aftur ymsir embætismannabólkar EK-bólkar og nevndir, ið handfara tey evni, sum eru til viðgerðar í sjálvum ráðharraráðnum.

 

Undir MR-FJLS eru í alt fýra ymsir embætismannabólkar, og ein av hesum bólkunum er EK-FJLS, Jordbrug og Skovbrug, í Føroyar hava leiðsluna av í 2026.

 

Embætismannabólkurin EK-FJLS, Jordbrug og Skovbrug hevur fakligu ábyrgdina av ávikavist stovninum Nordisk Genressourcecenter, NordGen eins og av samstarvsnevndunum SamNordisk Skogsforskning og Nordisk komité for jordbruks- og matforskning.

 

Nú, ið formansskapurin fyri EK-FJLS, Jordbrug og Skovbrug, liggur í Føroyum í 2026, hava ávikavist NordGen, SNS og NKJ tí valt at leggja sínar stýrisfundir her, og mikudagin 20. mai var stórt felags tiltak á Búnaðarstovuni, har høvi var at greiða gestunum frá ymsum føroyskum viðurskiftum innan landbúnað í breiðari merking. Tróndur Leivsson greiddi frá yvirskipaðu viðurskiftunum innan føroyska landbúnaðargeiran og frá virkseminum á Búnaðarstovuni, Jens Ivan í Gerðinum greiddi frá ítøkiligum landbúnaðarvirksemi og framleiðslu í Føroyum, Dorthea Joensen greiddi frá arbeiðinum at menna gagnnýtslu av ullini, og Jóna Adelaide Ólavsdóttir greiddi frá støðuni viðvíkjandi varðveitingararbeiðinum av Føroyska Rossinum. Á felags fundinum á Búnaðarstovuni møttust íalt eini 40 fólk, og lívligt prát var millum luttakararnar aftaná, har afturmeldingin millum annað var hon, at gestirnir høvdu fingið eitt væl betri innlit í føroysk landbúnaðar- og náttúruviðurskifti enn áður.

 

Stýrið fyri NordGen hevði seinnapartin fund í Vinnumálaráðnum við Jacob Vestergaard, landsstýrismann í landbúnaðarmálum, at umrøða viðurskifti, sum skulu avgreiðast í sambandi við, at umsóknin frá landsstýrinum um fullan limaskap í NordGen varð gingin á møti í 2024.