er gjørt, so verða eini hundrað smærri hol borað fimm metrar inn. Tey verða fylt við spreingievni. Síðani er klárt at spreingja. Hetta er ein ?salva?, sum tað verður nevnt. Fimm metrar verða sprongdir hvørja [...] so hvørt borarnir eru lidnir við holini. Síðani fer hann upp í kurvina. Við sær hevur hann eini tjúgu tríggjar metra langar jarnstengur. Tær verða skrúvaðar og límaðar fastar í holini, so at loftið heldur [...] boringin fer fram. Fyrst verða nøkur hol á 27 metrar borað inneftir fyri at vita, um nakrar rivur eru í fjallinum, sum geva stórar lekar. Um teir raka við størri lekar, so verða teir fyribils tettir við
rafelagnum og Skipara- og Navigatørfelagnum, hava yvir 3.000 atkøður tilsamans. Leggja vit so atkvøðurnar hjá hjúnafeløgum, onkrum vaksnum barni og øðrum næstringum afturat, skal tað ikki vera nógv galið [...] føra ein politikk ímóti fakfeløgunum, sum í ringasta føri kann enda við, at limirnir í feløgunum verða stygdir frá at taka undir við teimum ætlanum, sum Landssýrið hevur, hóast teir kanska annars hvødu [...] afelagnum leggur tó storan dent á, at fakfeløgini eru púra óheft politiskt. Og tað er heldur ikki upp á nakran máta nøkur samtykt í feløgunum, at tey skulu venda sær frá fullveldisætlanini. Hann sigur
500 krónur um mánaðin. Hetta kann verða rentur og avdráttir, ella leiga. Í Hesum roknistykkinum hevur grannskoðaravirkið roknað við, at útreiðslurnar til bústað verða brúktar til 70.000 krónur um árið [...] gjørdi í 1998, men so er lagt upp fyri prísvøkstrinum síðani tá. Somuleiðis er roknað við skattalættanum sum kom 1. januar í ár, og roknað er við einum kommunuskatti upp á 20%. Grannskoðaravirkið sigur [...] arbeiðarainntøku. Úrslitið av kanningini vísir, at hóast føroysk arbeiðsfólk fingu eina lønarhækking upp á 9% í 1999, eru tey verri fyri nú, enn tey vóru, áðrenn lønin hækkaði. Orsøkin til tað er, at prísirnir
nevniliga sagt, at hann umhugsar eisini at stilla upp til formansvalið. 51 atkvøður Stillar Heðin Mortensen upp, verða tað trý valevni, ið skulu býta tær 51 atkvøðurnar, sum eru til formansvalið í Sambandsflokkinum [...] fingið boð um, at eitt valevnið stillar upp ímóti verandi formanninum, Edmundi Joensen. Hetta valevnið er løgtingskvinnan, Lisbeth L. Petersen. Freistin at stilla upp til formansvalið er ikki úti fyrr enn
Tá atkvøðurnar verða taldar á formansvalinum annað vikuskiftið, er tað ikki fyrstu ferð, at Edmund Joensen upplivir kapping um formanssessin í Sambandsflokkinum. Talan var nevniliga eisini um kampval á [...] Jóhannes Martin Olsen, ið stillaði upp ímóti Edmundi Joensen. Hetta var ein lívligur landsfundur við hørðum orðaskifti um evnini til formansvalið. Og tá atkvøðurnar vóru talar, var greitt, at Edmund Joensen
báðum, tær vildu hava til formann. Atkvøðuseðlarnir skuldu verða lætnir posthúsunum í seinasta lagi 8. mars, og síðani eru atkvøðurnar taldar upp. Alment skuldi úrslitið kunngerast á aðalfundinum í Sjúk [...] vald til nýggjan formann í Sjúkrasystrafelag Føroya. Jana H. Dalsgaard gjørdi herfyri av at stilla upp ímóti Joan Ziskason, sum hevur formaður í felagnum í fimm ár. Sjúkrasystrar hava hesar seinastu dagarnar [...] hevur í sínum valuppleggi gjørt vart við, at hon hevur nógv mál á skránni, um tað eydnaðist henni at verða vald. Eitt nú fer hon at arbeiða fyri betri løn, men annars sær hon tað sum eina stóra uppgávu at
viðurskifti, sum feløgini skulu gera avtalu um, áðenn talan kann verða um at tey fara at samráðast saman. Eitt nú skal greiða fáast á, hvussu atkvøðurnar hjá hvørjum felag skulu vektast, tá ið tey skulu atkvøða [...] ikki til samráðingarborðið, fyrenn øll hini feløgini eisini eru til reiðar at taka samráðingarnar upp.
hevur boðað frá, at hann stillar ikki upp aftur til næstformansvalið. Men samstundis hava tinglimirnir Heðin Mortensen og Alfred Olsen boðað frá, at teir stilla upp til formansvalið. Sosialurin veit frá [...] L. Petersen er væl egnað, sum hetta andlit. Tí spurdi Unga Sambandið Lisbeth, um hon vildi stilla upp ímóti Edmundi Joensen, og hon játtaði. Sostatt kann sigast, at Lisbeth L. Petersen er valevnið hjá [...] i hevur boðað Lisbeth L. Petersen frá, at tað stuðlar henni við sínum fimm atkvøðum. Tær fimm atkvøðurnar úr Eysturoynni fara helst eisini til Lisbeth, umframt at hon fær atkvøðuna frá verandi næstformanni
tað var greitt, at Lisbeth L. Petersen fór at stilla upp ímóti Edmundi Joensen til formansvalið, hevur allatíðina verið roknað við, at talan fór at verða um eitt tætt val. 51 høvdu atkvøðurætt til formansvalið [...] eitt úr felagnum í Suðuroynni vantaðu. Tí vóru bert 48 lógligar atkvøður á fundinum. Hesar 48 atkvøðurnar vórðu soleiðis býttar, at Lisbeth L. Petersen fekk 26 og Edmund Joensen fekk 21. 1 atkvøða var [...] umsitingini fóru fram. Í 1998 var eisini kampval um formanssessin. Tá stillaði Jóhannes Martin Olsen upp ímóti Edmundi. Men tá eydnaðist tað Edmundi Joensen at vinna ein tepran sigur við 32 atkvøðum ímóti
læstar. Løtu seinni var latið upp aftur, so Eiðisfólk kundu sleppa innar at fylgja við í uppteljingini av atkvøðunum. Tað var skjótt at telja tær gott og væl 400 atkvøðurnar. Tvær ferðir varð talt, og úrslitið [...] bygdarráðið á Eiði fund. Uppskot er frammi um at hava fínteljing, sum merkir, at valið skal gerast upp av nýggjum. Bygdarráðslimirnir eru ymiskir á máli um, hvørt hetta er neyðugt ella skilagott. Men tað [...] liggur illa fyri at vera ímóti fínteljing, og eitt samt bygdarráð avgerð, at ein slík skal vera. Fólk verða nú biðin til hetta arbeiðið og hin 28. novembur 2000, fer fínteljing fram. Talt verður fýra ferðir