Sambandsflokkurin gongur í tveimum fylgjum fyri tíðina. Annað fylgið er tað, ið ynskir Lisbeth L. Petersen til nýggjan formann í flokkinum, meðan hitt fylgið ynskir at varðveita Edmund Joensen í formanssessinum.
Støddin á báðum fylgjunum er á leið tann sama. Tí er torført at meta um, hvør er formaður Sambandsfloksins eftir formansvalið fríggjakvøldið.
Limirnir í fylginum hjá Lisbeth L. Petersen eru úr Unga Sambandinum, sambandsfelagnum í Suðurstreymoynni og úr Eysturoynni fyri tað mesta.
Limirnir í fylginum hjá Edmund Joensen eru fyri tað mesta úr Norðoyggjum, Vágum, Suðuroynni og møguliga eisini Norðurstreymoynni.
Formansvalið í Sambandsflokkinum er soleiðis skipað, at tey sjey valfeløgini í ávikavist Norðoyggjum, Eysturoy, Norðurstreymoy, Suðurstreymoy, Vágoy, Sandoy og Suðuroy atkvøða við fimm atkvøðum í part. Sostatt er atkvøðutalið frá valfeløgunum tilsamans 35 atkvøður.
Síðani hevur Unga Sambandið fimm atkvøður, teir seks tinglimirnir hava eina í part, kassameistarin í flokkinum hevur eina, næsformaðurin hevur eina og at enda hava teir tríggir limirnir í starvsnevndini hjá Sambandsflokkinum eina atkvøðu í part.
Er flokkurin umboðaður á Fólkatingi, hevur fólkatingslimurin eisini eina atkvøðu, eins og landsstýrismenn hava eina atkvøðu í part, tá flokkurin er í samgongu.
Umboðar ungdómin
Orsøkin til, at Lisbeth. L Petersen er valevni til formansvalið í Sambandsflokkinum í kvøld, er ein áheitan frá ungdómsfelagnum hjá Sambandsflokkinum, Unga Sambandinum.
Unga Sambandið heldur, at Sambandsflokkurin hevur brúk fyri einum nýggjum andliti úteftir, og at Lisbeth L. Petersen er væl egnað, sum hetta andlit. Tí spurdi Unga Sambandið Lisbeth, um hon vildi stilla upp ímóti Edmundi Joensen, og hon játtaði.
Sostatt kann sigast, at Lisbeth L. Petersen er valevnið hjá Unga Sambandinum, og tískil kann roknast við, at Ungdómurin fer at suðla henni við sínum fimm atkvøðum til formansvalið.
Sambandsfelagið í Suðurstreymoynni hevur boðað Lisbeth L. Petersen frá, at tað stuðlar henni við sínum fimm atkvøðum. Tær fimm atkvøðurnar úr Eysturoynni fara helst eisini til Lisbeth, umframt at hon fær atkvøðuna frá verandi næstformanni og helst eisin onkra aðra atkvøðu úr starvsnevndini, umframt sína egnu millum tinglimirnar og helst eisini teirri hjá Alfred Olsen.
Tískil kann væntast, at Lisbeth L. Petersen kann vera vís í teimum fyrstu 20 atkvøðunum.
Heðin stuðlar Edmundi
Kampval er eisini um næstformanssessin. Trygvi F. Guttesen hevur boðað frá, at hann stillar ikki upp aftur til næstformansvalið. Men samstundis hava tinglimirnir Heðin Mortensen og Alfred Olsen boðað frá, at teir stilla upp til formansvalið.
Sosialurin veit frá keldum innarliga í Sambandsflokkinum, at Heðin Mortensen stuðlar Edmundi Joensen og stillar upp til næstformansvalið fyri at draga atkvøður til Edmund Joensen til formansvalið. Sostatt hongur valið um næstformannin tætt saman við valinum um formannin, eins og valið um varaforsetan hongur saman við valinum um forsetan í USA.
Stillararnir hjá Heðini Mortensen eru Andras Miðskarð og Manni W. Høgnesen úr Norðoya Sambandsfelag, Bárður Nielsen og Holgar Hansen, úr Norðstreymoyar Sambandsfelag, Jógvan Jensen og Petur Weihe úr Føroya Væl, Jørmund Olsen, úr Sandoyar Sambandsfelag og Zacharias Bech og Sofus Strøm úr Suðuroyar Sambandsfelag.
Er tað rætt, at Heðin Mortensen stillar upp sum næstformanskandidatur hjá Edmundi Joensen, kunnu vit rokna við, at Edmund Joensen fær meginpartin av atkvøðunum frá hesum feløgum, umframt sína, teirri hjá Flemming Mikkelsen, teirri hjá Marjus Dam og teirri hjá Heðini Mortensen millum tinglimirnar.
Sostatt kann Edmund Joensen vera vísur í góðum 20 atkvøðum.
Líkist ?98
Í 1998 var eisini kampval um formanssessin í Sambandsflokkinum. Tá gjørdi Jóhannes Martin Olsen av at stilla upp ímóti Edmundi Joensen. Valið var ógvuliga javnt, men tað eydnaðist Edmundi at vinna ein tepran sigur við 32 atkvøðum móti 26.
Tað ber ikki til hjá okkum at siga, hvør fer at vinna í kvøld. Men vit kunnu staðfesta, at talan fer at verða um eitt líka spennandi val. Tað eru tilsamans 51 atkvøður í Sambandsflokkinum, og Edmund Joensen og Lisbeth L. Petersen hava longu tryggjað sær 20 í part. Tískil kemur býtið av teimum 11 atkvøðunum, sum eru eftir, at avgera valið.