Formansval
Sjúkrasystrafelag skal nú hava nýggjan formann.
Tað er Jana H. Dalsgaard, sum nú er vald til nýggjan formann í Sjúkrasystrafelag Føroya.
Jana H. Dalsgaard gjørdi herfyri av at stilla upp ímóti Joan Ziskason, sum hevur formaður í felagnum í fimm ár.
Sjúkrasystrar hava hesar seinastu dagarnar atkvøtt um, hvønn av teimum báðum, tær vildu hava til formann.
Atkvøðuseðlarnir skuldu verða lætnir posthúsunum í seinasta lagi 8. mars, og síðani eru atkvøðurnar taldar upp.
Alment skuldi úrslitið kunngerast á aðalfundinum í Sjúkrasystrafelagnum leygardagin.
Alment vil ongin siga nakað um úrslitð enn. Men frá góðum keldum hava vit fingið upplýst, at Jana H.Dalsgaard er vald til nýggjan formann.
Eftir, hvat vit hava fingið upplýst, er Jana H Dalsgaard vald við hampiliga stórum meiriluta. Keldur okkara siga, at Joan Ziskason fekk gott 150 atkvøður, men at Jana H.Dalsgaard fekk slakar 300 atkvøður, so tað vóru næstan 150 atkvøður á muni.
Valskeiðið hjá formanninum í sjúkrasystraformanninum er trý ár.
Jana H. Dalsgaard hevur í sínum valuppleggi gjørt vart við, at hon hevur nógv mál á skránni, um tað eydnaðist henni at verða vald.
Eitt nú fer hon at arbeiða fyri betri løn, men annars sær hon tað sum eina stóra uppgávu at brynja sjúkrasystrar til broytingarnar sum eru hendar í samfelagnum og á tekniska økinum.
Og hon heldur eisini, at tað er neyðugt at útbúgva sjúkrasystrar meiri fyri at gera tær førar fyri at átaka sær avbjóðingarnar, sum framtíðin hevur.